Higartil hevur talan bara verið um tvær single-útgávur, sum báðar eru tøkar á netinum, men ætlandi kunnu tónleikahugaðir føroyingar gleða seg til eina fløguútgávu frá Hans Andriasi í 2013.
- Eg havi skrivað nøkur løg, og eg eri í holt við fleiri onnur, so eg ivist ikki í, at tilfarið røkkur til eina fløgu. Ætlandi skal eg eisini í studio í ár, men enn er kanska ov tíðliga at siga, um alt verður liðugt, áðrenn hetta árið er farið.
- Hinvegin kann roknast við, at okkurt staklag afturat fer út á netið, so tað er eingin ivi um, at okkurt nýtt verður at hoyra frá mínari síðu í komandi árinum, sigur Hans Andrias.