Løgmansrøða
Høgni Hoydal segði í sínari røðu, at føroyingar hava ómetaliga nógv at vera ernir av.
- Í fyrsta lagi er okkum unt at liva og virka í Føroyum. Vit eru partur av meiri enn 40 ættarliðum, ið hava skapt lív og virðir á hesum oyggjum - mitt í sjónum í Norðuratlantshavi. Vit eru partur av eini mentan og einum samleika, ið hevur ment seg, endurnýggjað seg og nútímansgjørt seg – ímóti øllum forsagnum og øllum ídnum afturhaldi, sum hann tók til.
Hann legði aftrat, at sjálvsagt hava føroyingar dygdir og lýtir eins og øll onnur.
- Vit eru ikki betri enn onnur fólk, onnur lond ella aðrar tjóðir. Og vit eru heldur ikki verri. Men vit eru her. Við tí arvi, okkum er givin og við teimum framtíðarmøguleikum, sum vit kunnu velja at stríðast fyri – ella vraka. Her hava vit øll vovið teir ósjónligu træðrir av sosialum felagsskapi, menniskjaligum virðum, søgu, gleði, sorg, ást, vónbrotum og nýggjari vón, ið spinna tær elalítlu meskarnar í tað netið av veruligum og varðandi virðum, sum skapa okkara meining og samleika sum menniskju, segði Høgni Hoydal í byrjanini av síni umrøðu av røðu løgmans á ólavsøku.
Áðrenn hann fór víðari í síni drúgvu umrøðu, helt formaður Tjóðveldisins fyri, at alt hetta eigur at geva okkum stórt áræði og virkishug.
- Hetta eigur at fáa okkum at kasta undirbrotligheitina av okkum og tora at taka tey stig og seta tey mál, ið vit øll vita eru neyðug til tess at menna okkum sum einstaklingar og sum tjóð.
Egingirndin
Høgni Hoydal segði, at tað, sum hevur skapt kreppur í Føroyum í nýggjari tíð, ikki hevur verið vantandi peningur, men vit hava rent okkum í kreppur, tá vit hava havt ov nógvan pening.
- Vit hava havt kreppur, tá ov nógvur peningur hevur verið sprændur út í skipanir, ið annars kundu ment seg sjálvar, men sum eru køvdar av skeivum avgerðum. Tá peningur, sum ikki hevur varðandi virði ella veruliga framleiðslu og botn aftanfyri seg, hevur verið hildin at verið grundarlagið fyri vælferð. Ov nógvur peningur, sum er nýttur skeivt í jagstran eftir persónligum løtuvinningi ella fiktivum virðum til fáar úrvaldar bólkar. Okkara royndir eru, at kreppurnar eru skaptar, tá felagsskapurin og samhaldsfestið hava verið offrað fyri egingirndina, og vit hava slept teimum virðum, ið kunnu endurskapast og hvíla í sær sjálvum, til frama fyri, at tey fáu kunnu seta framtíð okkara alra í pant, segði hann.
Høgni legði aftrat, at trygdin hjá okkara pensjónistum, sjúku og veiku, liggur í tí sum, sum tey sjálv hava skapt av virðum og í tí, sum vit sjálv gjalda til felagsskapin.
- Trygdin liggur ikki í peningi úr øðrum landi, samstundis sum vit halda, at peningur úr okkara egnu framleiðslu kann brúkast til persónlig prestisjuprosjekt og størri fyrimunir til tey vælbjargaðu.
Hann vísti á, at heimsumfevnandi fíggjarkreppan eigur at hava lært okkum – og vónandi aðrar tjóðir við- somu greiðu setningar.
- Ein fíggjarheimur hevur troðið ein villan dans um øll heimsins lond, ið hevur verið bygdur á at flyta íspunnin virðir á færri og færri hendur, meðan eingin verulig framleiðsla og virðir hava verið aftanfyri. Einki fólkaræðið ella fólkavalt eftirlit hevur havt minsta tamarhald á hesum blindu kreftum. Tá dansurin ikki slapp longur út í ytstu krókar, og økta ferðin ikki kundi føðast við nýggjum fiktivum virðum, kann dansurin nú ikki troðast undir moldum, segði Høgni Hoydal.
Hægri mál
Formaður Tjóðveldisins segði, at stundin eisini komin til, at partapolitiska skipanin og politiska leiðslan í Føroyum torir at taka í egnan barm.
- At vit gera upp við tær ódygdir og mistøk, ið hava merkt heimastýrisligu tilvildina og ábyrgdarloysið í okkara skipan. Sum hava virkað beint ímóti teimum skapandi kreftum og frælsistøkum, ið eru trýst fram uttanfyri politisku skipanina. Vit eiga at taka ein heilt annan tátt upp í føroyskum politikki og fólkaræði. Vit mugu seta okkum høg mál og leggja ætlanir, sum kunnu viðgerast fólkaræðisliga og opið – og sum vit kunnu standa til svars og ábyrgdar fyri at halda.
Høgni segði, at vit fyrst noyðast á ásanna, at Føroyar seinastu
árini hava ligið í leiðsluloysi, málloysi og hugsjónarloysi í føroyskum politikki – og at vit tíverri hava endurtikið somu mistøk aftur og aftur.
- Tá fólkið í landinum hevði niðurgoldið uttanlandsskuldina
og hálv triðja miljard varð sett á bók, fóru vit aftur bara at fremja gerðabýtispolitikk. Handan afturlatnar dyr vórðu sonevdnar “semjur” gjørdar millum flokkar, ið einki mál ella kós ella grundgeving høvdu uttan tað, at hetta vóru “semjur”. Einki orðaskifti varð møguligt, og talaði nakar at ella mælti til aðrar ætlanir, varð farið eftir persóninum og sett spjaldur á teir og teirra bakgrund. Boðberin varð skotin og tiptur sum skjótast. Peningur varð oystur út í skattalættum, ovurnýtslu og bardagar um prestisjuprosjekt, hóast búskapurin varð við at byggja seg upp í eini rímiligari javnvág. Almenn ogn varð seld og eisini tann peningur nýttur, hóast samtykt at varð, at peningurin skuldi í grunn til framtíðina, legði hann aftrat.
Hann vísit á, at eingin broyting varð gjørd í serskipanum ella kreppuloysnum og bygnaði – og eingin gongd varð sett á nýggjar útbyggingar í økir, ið kundu skapa varðandi virðir.
- Tilfeingisumsitingin helt fram óbroytt, hóast øll serfrøði vísti, at stórar broytingar vórðu neyðugar til tess at endurskapa virðini – og felags ogn varð keypt og seld og kapitalur tikin úr vinnuni til einstaklingar. Eingi mál vórðu sett til at skipa Føroyar frælsar og skapa okkum atgongd til heimssamfelagið. Alt varð parkerað. Í staðin var aftur handlað, eins og Føroyar skulu vera eitt akvarium, har fóðrað verður niður gjøgnum eitt lítið hol í glasloftinum. Og so varð fóðrað ov nógv, so alt fór at køvast. Tá áttu vit heldur at havt tikið veggirnar niður, so vit kundu virka saman við heimsins tjóðum, og soleiðis at heimurin kundi komið til okkara.
Ítøkilig mál
Høgni Hoydal segði, at úrslitið av øllum hesum nú er okkara avbjóðing í dag.
- Vit hava spilt fimm ár burtur við ongum og skeivum avgerðum. Vit hava hall á fíggjarlógini, ið táttar upp ímóti tí mesta vit nakrantíð hava havt – og tíverri er einki av hesum stóra halli til framtíðar átøk, ið kunnu skapa nýggj og varðandi virðir, segði formaður Tjóðveldisins, ið sum nevnt hevði eina drúgva framløgu á tingi mánadagin.
Í síni røðu hevði hann eisini fleiri ítøkilig boð uppá, hvussu
Tjóðveldi metir, at føroyska samfelagið eigur at rekast víðari, nú naggatódn eftir hansara tykki hevur verið um framtíðarmál Føroya seinastu árini.