Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfelagarnir í EH Aalborg halda fram við tí ótrúligu sigursrøðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í dag vann EH Aalborg ein greiðan 30-25 heimasigur á Ringsted. Í steðginum var EH Aalborg á odda 16-12.
Talan var um nítjanda sigurin á rað hjá Margit og liðfeløgunum, ið ikki hava tapt ein dyst í deildini síðani 10. september.
Komandi leygardag verður oddauppgerð í Bjerringbro millum Bjerringbro sum hevur 36 stig, og EH Aalborg sum hevur 38 stig.
Magna Tórðardóttir og liðfelagarnir í HIK mugu niður aftur í triðbestu deildina. Í dag tapti HIK á heimavølli 20-28 (11-14) fyri Gudme.
HIK hevur bert átta stig, og tær hava fimm stig upp til AGF á fjórðaftasta plássinum. HIK hevur bert tveir dystir eftir at leika, og kann í mesta lagi fáa 12 stig.
HIK endar kappingina við útidysti móti EH Aalborg 1. apríl.
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
1 | EH Aalborg | 20 | 38 |
2 | Bjerringbro FH | 20 | 36 |
3 | Holstebro | 20 | 34 |
4 | TMS Ringsted | 20 | 23 |
5 | Roskilde | 20 | 22 |
6 | Søndermarkens | 20 | 15 |
7 | DHG | 19 | 13 |
8 | Hadsten | 19 | 13 |
9 | AGF | 20 | 13 |
10 | Ejstrup/Hærvejen | 20 | 13 |
11 | Gudme HK | 20 | 10 |
12 | HIK | 20 | 8 |