Thomas Arabo
Javnaðarflokkurin
??????
Okkara fjølmiðlafólk royna at reka uppundir, at Løgmaður ikki burdi stillað upp til Fólkatingsval. Sjálvandi eigur hann tað. Hetta er gomul siðvenja, og kemst hon av, at floksformaður og løgmaður altíð hava verið sami persónur. Sjálvandi skal floksformaðurin leiða ein flokk inn í eitthvørt valstríð, og tað, at hann í okkara føri er Løgmaður er eingin vansi, m.a. tí at valskeiðini ikki eru samanfallandi. Sjálvandi situr Jóannes Eidesgaard tryggur sum Løgmaður fyri tí, um hann stillar upp til fólkatingsval.
Loysingarflokkarnir hava mangan sagt, at einki ber til uttan fullveldi. Tað bar ikki til at yvirtaka ráevnini í undirgrundini uttan loysing. Tað bar ikki til at fáa Vaktar og Bjargingartænastuna uttan loysing o.s.fr. Men tað bar til við góðum politiskum handalagi og treiskni. Nú siga teir, at tað ber ikki til at fáa víðkaðar uttanríkisheimildir uttan fullveldi. Sjálvandi ber tað til! Tað er ein spurningur um sjálvsálit.
Vit í Javnaðarflokkinum síggja ljóst uppá at koma framá á sjálvstýrisleið, sjálvt um vit mangan mugu arbeiða í mótbrekku, har mótstøðan løgið nokk ikki kemur frá Sambandsflokkinum, men frá teimum ið siga seg vilja koma fram á sjálvstýrisleið.
Síðsta skrímslið, ið hálað verður úr skjáttunni er ES spurningurin. Sjálvandi skulu øll ES viðurskiftini kannast, men tað verður fyrst og fremst ein spurningur til komandi løgtingsval, meðan eingin panikkur eigur at verða í tí málinum í løtuni. Okkara ES viðurskifti hanga neyvt saman við, hvat hendir í Noregi og Íslandi, og alt bendir á, at tað verður eitt nýtt Løgting, ið kemur at taka støðu til tað málið.
Í Javnaðarflokkinum eru nógv góð fólk, ið bjóða seg fram sum fólkatingsvalevni, og hjá okkum eru tað úrslitini, ið telja og ikki talið av yvirskriftum í fjølmiðlunum, og so sanniliga ikki, hvussu nógv uppskot man hevur liggjandi í eini skuffu!
Summi valevni marknaðarføra seg uppá, at vilja verða fólkatingslimur burturav. Tað er nú einaferð so, at summi megna ikki meir enn at loysa eina uppgávu í senn, meðan onnur klára væl og virðiliga fleiri. Soleiðis eru vit so ymisk.