Eidesgaard heldur røðu í Reykjavík

Seinnapartin skipar føroyska sendistovan í Reykjavík fyri flaggdagshaldi á Café Flóru, sum liggur í Laugardali.

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, heldur flaggrøðuna í Reykjavík í ár. Kristina Bærendsen fer at syngja.

Flaggdagshaldið í Reykjavík verður kl 16.00 í dag.