Tað eru lagnutímar suðuri á Seglloftinum á Tvøroyri, har øll samgongan er samlað at viðgerða spurningin um fiskivinnunýskipanina.
Seinastu tíðina hava vit hoyrt, at bæði tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum av Tvøroyri, Bjarni Hammer og Kristin Michelsen eru atfinningarsamir móti uppskotinum hjá landsstýrinum og somuleiðis hevur Hanna Jensen úr Framsókn funnist at.
Men allir flokkarnir i samgonguni fóru til val upp á, at nú skuldi ein fiskivinnunýskipan setast í verk. Og nú eru lagnutímarnir komnir. Sambandsflokkurin fór úr samráðingunum og nú eru bert tey 16 í samgonguni og so Sonja Jógvansdóttir eftir í politisku telvingini um fiskivinnuna.
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum sigur, at tað er trupult at spáa um júst hvat gongur fyri seg á Seglhúsloftinum, men givið er, at tað er avgerandi fyri samgonguna.
- Eg havi ein illgruna um, at tað eru viðurskifti í uppskotinum, sum verða flutt og snikka til nú í endaspurtinum, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur aftrat, at samgongan higartil hevur fingið nógv av tí, sum lovað varð bæði í valstríðnum og í samgonguskjalinum.
Hann vísir á, at samgongulimirnir ivaleyst vilja ganga langt fyri at náa einari semju, tí er eingin semja, so er helst heldur eingin samgonga.
- Eg vænti, at allir partar vilja finna eina semju. Alternativið er, at allir tingmenn bara atkvøða fyri tí uppskotið teimum dámar best, tá ið viðgerðin verður í tinginum, og so er fullkomið anarki, sigur Jóannes Eidesgaard.
Spurningurin er tó, um til ber at koma fram til eina endaliga semju, sum samgongulimir og fiskimálaráðharrin kunnu liva við. Og har heldur fyrrverandi løgmaður, at umráðandi er at hava í mentu, at politikkur er drúgvur og kompleksur.
- Í politikki eru nógvir leikir, og um man ikki fær alt ígjøgnum beinan vegin, so ber altíð til at venda aftur seinni, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eftir hansara fatan er støðan tann júst nú, at spurningarnir um økiskvotur og antitrustreglur er tað, sum fólk eru í øðini um nú.
- Men eingin kjakast longur so nógv um uppboðssøluna, um tilfeingisgjald ella um at steðga spekulatiónunum á økinum við at forða fyri privatari sølu av loyvum. Tá er ein stórur sigur vunnin longu har, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tískil er hansara meting av støðuni, at frægast man vera at taka tey stikk man hevur og ikki stremba eftir at vola hesaferð.
- Hetta er sum í sjavs. Høgni Hoydal vil helst vola spælið, men hann hevur fingið so mikið av stikkum nú, at hann gott kann vinna uttan at vola, sigur Jóannes Eidesgaard.
In.fo og Rás2 vera á staðnum, tá ið samráðingarnar á Seglhúsloftinunum eru av klokkan 17 í dag. Fylg við á heimasíðuni í kvøld.