Eidesgaard stevnir móti Tinganesi

Jóannes Eidesgaard fekk størstu undirtøkuna at leiða samráðingarnar at skipa eina nýggja samgongu. Tískil bendir alt á, at hann eisini verður Føroya løgmaður innan leingi

FORMANSUMFAR



Jóannes Eidesgaard hevur fingið ein gyltan møguleika.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


 Hann og Javnaðarflokkurin stevna beint ímóti Tinganesi, og persónliga er hann ávegis at gerast løgmaður.<o:p></o:p>


Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin søgdu Edmundi Joensen, løgtingsformanni, frá, at teir vildu hava Jóannes Eidesgaard at leiða samgongusamráðingarnar. Hetta gav formanni Javnaðarfloksins meiraluta.<o:p></o:p>


Og Jóannes ætlar sær beint til arbeiðis at finna ein nýggja samgongu. Fyrstu fundirnir vórðu hildnir hósdagin ? eftir at blaðið fór til prentingar.<o:p></o:p>


Fyrsti tingfundurin eftir løgtingsvalið verður 3. februar, og í seinsta lagi níggju yrkadagar eftir, hin 13. februar, er seinasta freist hjá løgtingsformanninum at leggja uppskot um fyrsta løgmansevni fyri Løgtingið. Hin 18. februar er seinasta freist hjá Løgtinginum at greiða atkvøðu um løgmansevni. Altso Jóannes Eidesgaard hevur eitt ávíst trýst á sær at skipa samgongu. Ber einki til hjá honum, so hevur hann skyldu at boða løgtingsformanninum frá hesum í góðari tíð, soleiðis at nýggjur samráðingarleiðari kann útnevnast. <o:p></o:p>


<o:p> </o:p>


Beint til arbeiðis<o:p></o:p>


Høgni Hoydal, formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, fór sum tann fyrsti inn til Edmund Joensen í fundirhølunum á Miðhæddini í Løgtingsbygninginum beint eftir klokan tíggju hósmorgunin. Hann peikaði á seg sjálvan sum samráðingarleiðara.<o:p></o:p>


- Okkara grundgeving er, at vit gjørdust størstur flokkur á tingi. Vit halda tað vera best, um tann størsti flokkurin sleppur at royna seg, sigur Høgni Hoydal.<o:p></o:p>


Og so var leiðin løgd.<o:p></o:p>


 Næsti maður innar til tingformannin var Alfred Olsen, virkandi formaður Sambandsfloksins. Hann hevði sínar tingmenn ? uttan Lisbeth L. Petersen og sjálvandi Edmund Joensen ? við sær í tinghúsið. <o:p></o:p>


Alfred Olsen peikaði á Jóannes Eidesgaard.<o:p></o:p>


- Vit meta, at Jóannes Eidesgaard hevur góðar møguleikar at skipa eitt breitt samgongusamstarv, sigur Alred Olsen.<o:p></o:p>


Alfred Olsen metti ikki nóg góðar møguleikar vera til staðar fyri at skipa eina samgongu við at peika á ein í Sambandsflokkinum.<o:p></o:p>


Virkandi formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at góðir møguleikar eru fyri at koma í eina samgongu, og hetta kann gera, at fiaskoin týskvøldið verður vend til í øllum førum ein ávísan framburð.<o:p></o:p>


- Tað er heilt avgerandi fyri okkum at koma í eina samgongu, sigur Alfred Olsen.<o:p></o:p>


Tann triði inni hjá Edmundi var Jóannes Eidesgaard, og hann peikaði á seg sjálvan.<o:p></o:p>


Stóri atkvøðuslúkarin í Norðoyggjum, Anfinn Kallsberg, peikaði á seg sjálvan sum samgonguleiðari, tá hann var inni hjá løgtingsformanninum umboðandi Fólkaflokkin. Hetta gjørdi hann við teirri grundgeving, at hann helt seg hava fingið eina dygga álitisváttan frá fólkinum.<o:p></o:p>


- Eg skyldi føroyska veljaranum og demokratinum at bjóða meg fram, sigur Anfinn Kallsberg. Ì sama viðfangi sigur hann, at hann sum persónur ikki skal vera ein trupulleiki fyri einum samgongusamstarvi, tá stóru flokkarnir ikki hava álit á honum. <o:p></o:p>


Jenis av Rana peikaði á Høgna Hoydal. Hann vil fegin halda fast í verandi samgongu. Hann metti tað vera burturvið at peika á Anfinn Kallsberg, tá Tjóðveldisflokkurin hevur avvíst at samstarva við honum sum løgmanni.<o:p></o:p>


- Vit hava tikið fylgjurnar av hesum og peika á hin stóra flokkin í samgonguni, sigur Jenis av Rana.<o:p></o:p>


Hann sigur seg rokna við, at Jóannes Eidesgaard fer at royna eftir teimum stóru flokkunum fyrst.<o:p></o:p>


Kári P. Højgaard fór sum tann síðsti til Edmund Joensen. Við sínum mandati gav hann Jóannesi Eidesgaard atkvøðu nummar fimtan. Kári P. Højgaard vísir á, at tað eisini snýr seg um sjálvan persónin, tá ein samráðingarleiðari skal veljast ? og ikki bert flokkin.<o:p></o:p>


- Sambandsflokkurin gjørdist størstu flokkur, og har eru ávísir trupulleikar í dag, og tískil vildu vit ikki peika á Sambandsflokkin. Tann næststørsti flokkurin er Javnaðarflokkurin, vit meta, at Jóannes Eidesgaard er ein royndur politikari, sum hevur møguleikar at skipa eina samgongu.<o:p></o:p>


<o:p> </o:p>


Breitt ella smælt<o:p></o:p>


Beint eftir klokkan ellivu hósmorgunin kundi Edmund Joensen kunngera, at Jóannes Eidesgaard eigur møguleika at skipa eina samgongu<o:p></o:p>


Jóannes Eidesgaar fer nú at ?sortera? millum flokkarnar, sum hann tók til. Fyrstir á fund við hann eru Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin. Hann útilokar einki ? allir møguleikar eru opnir.<o:p></o:p>


- Ein ætlan skal gerast fyri, hvussu samráðingarnar skulu fara fram. Vit fara eftir einum meirilutastjórn, sigur Jóannes Eidesgaard.<o:p></o:p>


Hann fer innleiðandi at tosa við nógvar flokkar, men ynski um eina breiða og stabila samgongu er framvegis til staðar.<o:p></o:p>


- Vit skylda fólki at royna at fáa eina breiða samgongu, sum kann skapa arbeiðsfrið. Tí vil eg fegin síggja eitt breitt samstarv burturúr hesum, sigur Jóannes Eidesgaard. <o:p></o:p>


<o:p> </o:p>


Staðfesti støðuna<o:p></o:p>


Formansumfarið hósmorgunin hevur fyrst og fremst Jóannesi Eidesgaard og Javnaðarflokkinum ein gyltan møguleika. <o:p></o:p>


Samstundis var staðfest at verandi ósemja í teirra fráfarandi samgonguni stendur við. Hóast samgongan fekk størri undirtøku týsdagin enn við seinasta val, so er persónspurningurin um Anfinn Kallsberg ikki loystur, og tað er tí bert, um Jóannes Eidesgaard ikki megnar at skipa eina samgongu, at ein samgongu við fullveldi og sjálvstýri fremst á dagsskránni kann halda fram. <o:p></o:p>


Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum heldur tað vera óheppið, at tað ikki hevur borið til at finna eina semju millum Fólka- og Tjóðveldisflokkin. Hann vísir til, at Fólkaflokkurin eigur ábyrgdina fyri samgongusliti ? men Fólkaflokkurin sendir, eins og undan valinum, tann bóltin retur til Høgna Hoydal. <o:p></o:p>


Inntil víðari liggur bólturin hjá Jóannesi Eidesgaard. <o:p></o:p>




<o:p></o:p> 


<o:p> </o:p>