Eiga at banna fosturtøku

Eitt mál, ið eftir mínum tykki er ógvuliga álvarsamt, er fosturtøkuspurningurin. Flestu av okkum, ið eru samlað her í dag, eru nokk samd um, at fosturtøka, umframt at vera skaðilig fyri kvinnuna, er beinleiðis týning av menniskjalívi, segði Tóri Højgaard

Vit vita, at fosturtøkur verða framdar í Føroyum, men vit geva okkum kanska ikki altíð far um, hvussu nógvir føroyingar reint faktiskt verða noktaðir rættin til lívið, segði Tóri Højgaard.

Hann upplýsti, at sambart Hagstovuni, so eru 645 fosturtøkur framdar í Føroyum seinastu 13 árini. Hetta svarar til einar 24 stórar fyrstu flokkar, ella alt fólkið á Skála, á Eiði, í Norðagøtu ella í Hvalba.

Av hesum fosturtøkum var kvinnan í 538, ella 80% av førunum, millum 20 og 49 ár – also ikki ungar, ómyndugar gentir, ið blivu við barn – men vaksnar kvinnur. Eisini er vert at leggja afturat, at ein kanning, sum varð gjørd í USA í 2004, vísti, at bert 1% av fosturtøkunum, ið vóru framdar, vóru vegna neyðtøku, og bert 0,5% vóru vegna insest.

Eisini vísti kanningin ein samanhang millum fíggjarliga støðu og fosturtøku títtleikan: fleiri fátakar enn ríkar kvinnur fingu framt fosturtøku. Sjálvt um tað er óvist, so er tað ikki óhugsandi, at hesi tøl líkjast tendensinum í Føroyum

Also vísa hagtølini at tær tríggjar høvuðsgrundgevingarnar fyri fosturtøku als ikki halda, tá kemur til stykkið, og at fosturtøka í stóran mun verður nýtt sum hjálp uppá sosialar trupulleikar, segði Tóri Højgaard.

 

Banna fosturtøku

Hann segði, at tað er møguligt at hann tekur feil, men tað er hansara fatan, at tey, ið eru ímóti fosturtøku, í nógv ár hava roynt at hildi fast við gomlu fosturtøkulógina, helst tí at tey hava borið ótta fyri, at um nøkur broyting var framd, so hevði tað verið til tað verra heldur enn tað betra.

- Eg haldi at tíðin er komin til, at vit fara aggressivt inn og arbeiða fyri einari nýggjari fosturtøkulóg, einari lóg, ið bannar fosturtøku í øllum førum, uttan tá lækni metir, at lív stendur móti lívið. Vit skulu ikki sita og vóna, at tey, ið eru fyri fosturtøku, ongantíð klára at samla ein meiriluta á tingið fyri at leysgeva fosturtøkuna – nei, vit skulu verða proaktiv! Vit skulu út og upplýsa um, hvat fosturtøka verðuliga inniber og arbeiða fyri, at steðga meiningsleysa slátrinum av okkara dýrasta tilfongi, segði Tóri Højgaard.

Vitandi um, at tað eru kvinnur, ið verðuliga ikki duga at síggja annan útveg enn fosturtøku – tað verið seg vegna sosialar ella fíggjarligar umstøður – so eigur Miðflokkurin framhaldandi at arbeiða fyri, at betra um korini hjá eitt nú støkum uppihaldarum.

- Tað er neyðugt at banna fosturtøku, men fyri verðuliga at koma henni til lívs er neyðugt, at burturbeina tørvin fyri at fáa fosturtøku, segði Tóri Højgaard á landsfundi Miðfloksins leygardagin.