Eiga at finna semju um sjálvstýri

Tað er ein politisk uppgáva at finna eina semju um føroyskt sjálvstýri, sum fólkið tekur undir við, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum

? Ynskið um føroyskt sjálvstýri og ynski um føroyskt sjálvbjargni kann gerast ein fólkasøk, um vit gera okkum tann ómak og taka ta tíð, sum tað tekur til at finna eina semju.

Hetta segði formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, í røðu síni, tá løgmansrøðan var til viðgerðar á tingið í farnu viku.

Hann segði, at alla aðrastaðni botna sjálvstýrisrørslurnar í einum ynski frá fólkinum sjálvum ? sjálvstýrið er einki politiskt uppfinnilsi ? og tað er fólksins stríð. Men soleiðis er ikki í Føroyum.

? Alt meira bendir á, at avgerðin um føroyskan sjálvstýrispolitikk er løgd í hendurnar á nøkrum fáum útvaldum føroyingum at gera av, og tað sum er verri, hon er samstundis løgd í hendurnar á einari danskari stjórn at gera av, segði Jóannes Eidesgaard.


Minniluti ynskir fullveldi

Formaður Javnaðarfloksins helt, at tað er ein sera mannminkandi støða, tí ein sjálvstýrisrørsla eigur at verða borin uppi av stoltum hugsanum um egnar møguleikar og egin evni.

? Fullveldið er ynskið hjá einum minniluta, tí var talan um eina fólkasøk, hevði tað í sjálvum sær givið landsstýrinum ta neyðugu styrkina, sum skal til fyri at náa málinum, segði Jóannes Eidesgaard.


Bjóða sjálvsstýrisuppskot fram

Hann helt, at ynski um føroyskt sjálvstýri og sjálvbjargni kann gerast eina fólkasøk, um landsstýrið broytir kós, og heldur fer at royna at finna eina semju, sum fólkið kann taka undir við.

? Hendan semjan er hvørki føroyskt fullveldi við danskari vælvild ella føroyskt fullveldi við donskum smásinni. Og hendan semjan er eitur heldur ikki okkurt hissini nýskipanaruppskot, sum ber hevur onkrar smáar broytingar av verandi heimastýrislóg.

? Hendan semjan liggur eitt ella annað stað millum uppskot landsstýrisins um fullveldi og uppskotið hjá Sambandsflokkinum til nakrar varligar justeringar av verandi skipan. Og her er tað, at vit bjóða okkara uppskot til eina sjálvsstýrislóg fram, segði Jóannes Eidesgaard.