Í dag vísir flagg okkara, sum er í hálvari stong, at lívsins álvari eisini er ein veruleiki, ið eigur at vera havdur í huga.
Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður tá ið hann helt minningardag teirra sjólætnu á Vinnuháskúlanum nú seinnapartin.
Vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina at lýsti hann samkenslu við teimum, ið mist hava ein av sínum kæru á sjónum.
- Havsins ríkidømi kunnu vit vera takksom fyri, men vit eiga eisini at ásanna, at fátt kann feigum forða, og mangan noyddust vit at staðfesta, at ikki bórust boð í bý.
Hann vísir á, at undir seinna heimsbardaga mistu føroyingar nógv fólk á sjónum og tá vórðu stig vórðu tikin til at skipa fyri minningarguðstænastum.
- Eitt árið undir krígnum vórðu nøvnini á ikki færri enn seksti sjómonnum, sum vóru deyðir á sjónum farna árið, lisin upp undir minningarguðstænastu í Havnar kirkju!
Í 1949 samtykti Løgtingið, at fyrsti november skuldi verða hildin sum minningardagur teirra sjólátnu.
- Hóast okkara skip og før annars á sjónum tíbetur mennast allatíðina og í dag eru betur útgjørd enn nakrantíð, so ber ikki til at veita 100 prosent vissu fyri, at vandi ongantíð er á ferð.
- Tað sigst, at størsta virðingin, ja, størsta kærleikan, vit kunnu vísa, er at vísa teimum deyðu virðing, tí tey krevja einki av okkum.
- Men dagurin í dag er eisini dagurin, har vit minnast tey, sum hava mist. Tí korini og treytirnar, sum sjógvurin setti, hevur merkt mangt heim og manga bygd í Føroyum. Eftir sótu ofta konur og børn, ið syrgdu fyri, at heimini so ella so komu undan, hóast feigdin hevði rakt tey.
Kaj Leo Holm Johannesen vísti eisini á, at í mangar mátar er árið í ár eitt minningaríkt ár.
Tað eru 15 ár síðani Sjóborgin av Strondum fórst við fimm monnum, og 40 ár síðani íslendska Sjóstjørnan hvarv, har fimm miðvingar vóru við.
Harafturat eru 100 ár liðin, síðani titikna skaðadagin á Skarð, Tollaksmessudag í 1913, tá ið tríggir bátar við 19 monnum gingu burtur í Norðoyggjum, ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og Skarðsbáturin.
- Alt tað arbeiðsføra mannfólkið á Skarði, sjey mans, sjólótust hendan dagin, og hetta førdi við sær, at bygdin avtoftaðist so líðandi.
- Hóast umstøðurnar kunnu vera kargar, er uppgávan so mikið størri hjá okkum, sum búleikast í Føroyum.
Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava ein av tykkara kæru á sjónum.
Síðani allahalgannadag í fjør eru hesi farin á sjónum:
Maria Fuglø Christiansen 16 ár, druknaði við byrgingina í Hvannasundi, 21. november 2012.
Ingi Dam Jacobsen, 39 ár, andaðist umborð á Nordkinn, 24. februar í ár.
Magnus Holm, 60 ár, druknaði á Vágsfirði, 30. juli í ár.
Á myndini leggur Kaj Leo Holm Johannesen krans við minnisvarða í viðarlundini í Havn.