Vistferðavinna
Fyrstur á pallin á vistferðavinnustevnuni í Norðurlandahúsinum var landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard.
- Eg googlaði mær hugtakið ”ecotourism” - ella vistferðavinna - fram á alnótini og fann fram til, at hetta hugtak einastaðni varð definerað sum: ”Ábyrgdarfull ferðing í náttúruni, sum varðveitir umhvørvið og mennir møguleikarnar hjá íbúgvunum á staðnum”. Eisini stóð at lesa, at vistferðafólk vanliga eru væl útbúgvin fólk, sum ynskja upplivingar í náttúruni, og sum brúka meira pening enn vanlig ferðafólk gera.
Landsstýrismaðurin segði, at honum kom beinanvegin til hugs, at hetta má vera ein vinna fyri Føroyar - og serstakliga fyri útoyggjar og útjaðaran.
Viðbrekið og tó
- Okkara land er lítið, og náttúran er viðbrekin, og sjálvandi eiga vit ikki at leggja okkum eftir at fáa so nógv ferðafólk higar sum gjørligt. Heldur eiga vit at dyrgja eftir teimum, ið kunnu hugsast at hava áhuga í okkara náttúru og mentan - og sum vilja gjalda fyri at uppliva hesar partar av okkara samfelag.
Hann helt, at tá ið vistferðafólk er ein væl útbúgvin og medvitaður ferðamannabólkur, er eisini hugsandi, at hesi fólk eru tey, sum gera vart við seg, um okkurt er at seta fingurin á. Fyri at vera trygg í síni avgerð, ímyndar landsstýrismaðurin sær, at vistferðafólk leita sær holla vitan um staðið, tey vitjað – longu áðrenn tey fara út at ferðast.
- Áðrenn vit fara undir eina miðvísa ”branding” av Føroyum, sum eitt slag av grønum paradísi mótvegis einum medvitaðum ferðamannahópi úr útheiminum, mugu vit fyrst hyggja inneftir og seta okkum nakrar spurningar.
Jacob helt, at millum spurningarnar, vit eiga at seta okkum, eru hesir: Hava vit nøktandi lóggávu og stovnar at verja okkara náttúru, avspeglar menningin av okkara samfelag skilagóða planlegging - og hvat ítøkiligt hava vit veruliga gjørt til tess at verja náttúruna?
Avoldað lóggáva
Landsstýrismaðurin ásannaði, at í lóggávuni hava vit onga yvirskipaða landsplanlegging.
- Kommunurnar planleggja sum frægast, og okkara náttúrufriðingarlóg er avoldað. Eisini loyvir okkara veiðilóg veiði eftir somu fuglasløgum, sum okkara fakkunnleiki metir eru hótt.
Men, legði landsstýrismaðurin aftrat:
- Eg sigi ikki við hesum, at vit skulu steðga allari menning og venda aftur til miðøldina fyri at gerast eitt áhugavert stað fyri vistferðafólk.
Jacob segði seg bert vilja vísa á, at vit mugu finna røttu javnvágina millum framgongd og vernd av náttúruni.
Hann nevndi eisini Umhvørvisstovuna, sum er ein savnan av seks ymiskum stovnum og fyrisitingarøkjum innan náttúru,- umhvørvi og lendisfyrisiting.
- Eg meti, at stovnsetanin av Umhvørvisstovuni er eitt satt frambrot á økinum, men ein stovnur virkar ikki uttan nøktandi og nútímans amboð. Tí verður arbeitt við at smíða lógarverk, ið skal til fyri at Umhvørvisstovan kann røkja sínar uppgávur til lítar, segði hann.
Landsstýrismaðurin segði í síni niðurstøðu, at Føroyar eiga at satsa upp á vistferðavinnu.
- Men neyðugt er, at vit skipa okkum, og her mugu vinna og myndugleikar samstarva og gera neyðugar fyrireikingar, soleiðis at karmarnir eru upp á pláss frammanundan, segði Jacob Vestergaard.