Eiga at spæla fótbólt størsta partin av árinum (FM1)

(FM1) Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge mannaðu fótbóltspanelið á FM1 í dag, har langa kappingarárið var høvuðsevnið

Vit eiga at spæla fótbólt størsta partin av árinum, men møguliga eiga vit at umhugsa at venda kappingini so FM-vinnarin verður funnin í juni. Tað heldur Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari.

 

Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge mannaðu fótbóltspanelið í SportBoxini á FM1 í dag, har langa kappingarárið var høvuðsevnið.

 

Til umrøðu var eisini møguliga uppskotið hjá FIFA ikki at loyva útskiftinum í tíðini dómarin leggur aftrat teimum 90 minuttunum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina frá seinnapartinum.