Eiga at spyrja kirkjuna fyrst

Í teirri donsku fólkakirkjuni undrast tey á, at politikararnir og fakfeløgini hava gjørt semju um at strika tveir halgidagar. Sambært Børsen er talan um Dýra Biðidag og helst eisini 2. Hvítusunnudag.

Biskupurin í Viborg, Karsten Nissen (myndin), er í hvussu er ikki nøgdur við framferðina hjá politikarunum og fakfeløgunum, tí eftir hansara tykki má kirkjan spyrjast fyrst.

-Hetta er eitt løgið og øvugt kjak. Vit kjakast um at strika halgidagar út frá einum fíggjarligum sjónarmiði burturav, og hvat vit so kunnu spara. Vit áttu heldur at kjakast um, at hvønn týdning tað fer at hava fyri onnur, at tey missa eitt nú Dýra Biðidag, sigur Karsten Nissen við DR.

Viborg-biskupur undrast á, at kirkjan als ikki er spurd í hesum sambandi, og sjálvur dugir hann als ikki at síggja, at spurningurin um halgidagar er ein spurningur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tí væntar hann, at kirkjumálaráðharrin fer at taka málið upp við biskuparnar.

Karsten Nissen sigur, at tað verður keðiligt, um Dýri Biðidagur hvørvur, men hann ásannar, at tað eru politikararnir, sum ráða í hesum máli, tí teir orða halgidagslógina.