Eiga at steingja amerikanska konsulátið í Nuuk

Danskur fólkatingsmaður heldur, at amerikanska konsulátið í Nuuk skal steingjast alt fyri eitt

Tað sigur Rasmus Jarlov, fólkatingsmaður fyri Konservativa flokkin í Danmark.

Hann skrivar á X, at amerikanska konsulátið í Nuuk skal steingjast alt fyri eitt orsakað av amerikanskum ætlanum um at fáa ræði og ognarrætt til Grønland.

- Einki annað land vildi góðtikið fólk, sum opinlýst hava sagt, at tey eru har fyri at leggja ein part av landinum undir seg. Sjálvstýrið má fáa fígging til konsulát í Washington, soleiðis at tey sjálvi kunnu skapa positiv sambond, men halda sabotørar og fimtukolonnu burtur. Hetta eigur at gerast beinanvegin, sigur danski politikarin sambært grønlendska blaðnum, Sermitsiaq.