? Tað er heilt vanligt, at tingmenn við felags áhugamálum møtast at tosa saman. Tí haldi eg als ikki, at málið um fundirnar hjá útjaðaratingmonnum, sum í seinastuni hevur verið blást so ógvusliga upp, er so ógvusligt, sum tað verður gjørt til.
Jógvan Sundstein, sum hevur 24 ára royndir í politikki, heldur als ikki, at útjaðarapolitikkararnir á nakran hátt hava stungið miðstaðarpolitikkarar í ryggin.
? Útjaðaratingmenninir arbeiða als ikki ímóti miðstaðarøkinum ella miðstaðarpolitikkarunum, men teir arbeiða fyri útjaðaraøkjunum. Tí gera teir einki annað enn at røkja sína skyldu, sigur hann og vísir á, at hann er sannførdur um, at arbeiðið, sum útjaðaratingfólk í seinastuni hava framt, als ikki hevur nakran brodd ímóti ávísum øðrum tingfólkum ella økjum í samfelagnum.
Tvær skyldur
Jógvan Sundstein vísir á, at fólk, sum verða vald inn á ting, sjálvsagt skulu tæna landinum sum best. Men við tingarbeiðinum fylgja eisini tvær aðrar skyldur. Tú skalt arbeiða eftir teimum politisku hugsjónum, sum flokkurin, tú ert valdur inn fyri, hevur. Og eisini hevur tú skyldu at arbeiða fyri tað valdømi, har tú ert valdur.
? Einki er at ivast í, at tú sum politikari valdur í útjaðaranum hevur eins stóra skyldu at arbeiða fyri tínum valdømi, sum tú hevur at arbeiða fyri politisku hugsjónum floksins og fyri teimum avtalum, flokkurin hevur gjørt í samgonguskjalinum, staðfestir garvaði fólkafloksmaðurin úr Havn.
Fyrrverandi løgmaðurin vísir á, at tað síðani er upp til hvønn einstakan at samantvinna skyldurnar soleiðis, at tú ikki kemur undir illgruna fyri beinleiðis at arbeiða ímóti ávíkavist miðstaðarøkinum ella útjaðaranum.
Orsøkin til valdømi
Jógvan Sundstein sigur, at høvuðsorsøkin til, at vit hava fleiri valdømi í Føroyum er at tryggja, at tingfólk verða vald úr øllum landinum, so áhugamál úr øllum landinum eisini sleppa til sín rætt á landsins hægsta stað. Og so leingi hildið verður fast við, at Føroyar skulu vera fleiri valdømi, hava tingfólk eisini skyldu til at arbeiða fyri sínum valdømi.
Men vandi er altíð fyri fanatismu, og Jógvan Sundstein sigur seg væl duga at síggja vandan við, at tingfólk úr útjaðaraøkjunum fara at arbeiða fanatiskt fyri sínum valdømum. Men hann sigur seg somuleiðis síggja vandan við, at miðstaðarpolitikarar arbeiða fanatiskt fyri miðstaðarøkinum.
? Ansast skal alla tíðina í báðum leirum eftir, at fanatisman ikki tekur ræði á fólki, tí tá er einki vunnið, leggur Jógvan Sundstein dent á.
Miðstaðarpolitikararnir ikki landsumfevnandi
Ein av miðstaðarpolitikarunum, nevniliga Heðin Mortensen, gjørdi í Dimmalætting í farnu viku vart við sína ónøgd við loyniligu fundirnar hjá Jógvani við Keldu og øðrum útjaðarapolitikkarum. Men Jógvan Sundstein heldur als ikki, at hann hevur nakra orsøk til at finnast at hesum fundum.
? Miðstaðarpolitikarar eru als ikki meira landspolitikarar enn aðrir, heldur ikki Heðin Mortensen, og tí eri eg ikki sørt argur inn á Heðin Mortensen, sigur Jógvan Sundstein og vísir á, at ein tann størsti landspolitikarin, vit í løtuni hava í Føroyum, er løgmaður, sum er valdur í einum so fjarskotnum valdømi sum norðast í norðoyggjum.
? Eg havi 24 ára royndir í politikki, sum siga mær, at politikararnir í miðstaðarøkinum ofta ikki arbeiða til fyrimuns fyri útjaðaran. Gott dømi um hetta var, tá Smyril skuldi keypast. Tá vóru politikarar í miðstaðarøkinum harðliga ímóti hesum, og eg mundi verið álaður sundur, tí eg atkvøddi fyri keypinum.
Ráðini frá Jógvani Sundstein til tingfólk eru, at tey skulu royna at arbeiða sum best fyri sínum valdømum og sínum flokkum, men samstundis skulu tey arbeiða fyri landinum og ansa eftir, at fanatisma ikki tekur yvir.