Eigarar brúka forkeypsrætt

Bakkafrost sleppur ikki at keypa 27 prosentini av Marine Harvest Faroes. Norska móðirfelagið, Marine Harvest, hevur nevniliga at nýta sín forkeypsrætt, og sjálvt keypa partabrøvini í føroyska dóttirfelagnum.

Tað váttar stjórin í Marine Harvest ASA, Alf Helge Aarskot, fyri Dimmalætting.

Fríggjadagin boðaði Bakkafrost keypsskálunum frá, at felagið hevði keypt tey 27,07 prosentini av Marine Harvest Faroes frá Eik Banka. Prísurin var 54 milliónir krónur. Boðað varð samstundis frá, at keypið er treytað av, at norska móðirfelagið ikki nýtti sín forkeypsrætt.

Tað hevur norski alirisin so gjørt.