Eigari fekk bil og bót

Bilur stolin í Havnini í gjár. Eigarin fekk bilin aftur, men eisini bót fyri at lata lyklarnar standa í.

Í gjár ringdi ein maður úr høvuðsstaðnum til løgregluna, og meldaði bilin hjá sær stolnan.


Tíbetur fyri eigaran, so varð bilurin skjótt funnin aftur, tó at nakrar skøvur vóru komnar á hann.


Verri var tó fyri eigaran av bilinum, at hann hevði latið lyklarnar staði í bilinum. Tað er nevniliga ólógligt, tí tað er brot á ferðslulógina. Eigarin verður skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað bilin hjá sær, soleiðis at onnur ikki kunna fara avstað við honum.


Av løgreglustøðini verður upplýst, at straffurin er í minsta lagi 500 krónur í bót.