Eigarin fekk ikki ávirkan

Uppskotið um at geva øllum trygg­ing­ar­tak­ar­unum, sum eiga Trygg­ing­ar­felagið Føroyar, hvør sín atkvøðuseðil, tá um­boðs­ráð­ið skal veljast, varð felt fríggj­a­dagin.

Felagið, sum eigur øll fel­øgini í TF samtakinum, eitt nú Trygg­ing­ar­fel­ag­ið Før­­oy­­ar og 70 pro­sent av Eik Banka, eit­ur »Ogn­ar­fel­ag Trygg­ing­­ar­tak­­a­r­­ann­a«. Og tey sum eiga hetta fel­agið eru øll tey, sum hava eina trygging hjá Trygg­ing­ar­fel­ag­num Føroyar.
Men tað er bara ein lítil part­ur av veruligu eigarunum, sum hevur nakra ávirkan, tí mát­in, sum um­boðs­ráð­ið verð­ur valt uppá, er soleiðis hátt­að­ur, at tú skalt biða um at fáa ein at­kvøð­u­seð­il fyri at sleppa at a­t­kvøða.
Og tað gera teir allar flestu trygg­ing­ar­tak­ar­ar­nir ikki. Tí skeyt Andrass Skaal­um, um­boðs­ráðs­lim­ur, upp, at í stað­in fyri verð­ur gjørd ein skipan, har hvør trygg­ingartakari fær eina bræv­at­kvøðu sendandi, sum hann so kann velja at nýta, ella lata vera.
Fyri at samtykkja við­tøk­u­broyt­in­gar ­skulu tríggir fjórð­ing­ar av teimum 23 um­boðs­ráðs­lim­un­um at­kvøða fyri. Tað gjørdu teir ikki fríggjadagin. Tá at­kvøddu 14 fyri og níggju í­móti. Tað vantaðu soleiðis fýra atkvøður til tess at fáa broyt­ingina framda.
Um­boðsráðið valdi at halda fast við skipanina, har bert heilt fáir av eigarunum gera sína ávirkan galdandi.