Nakað soleiðis segði løgmaður í Degi og Viku hóskvøldið í farnu viku, tá hann varð spurdur um, hví hann ikki visti, at Innlendismálaráðið hevði gjørt viðmerkingar til tunnilsuppskotið hjá Innlendismálaráðnum. Tær kritisku viðmerkingarnar, sum Kári P. Højgaard noktaði at bera niðan í tingi. Tað var hetta, sum Sosialurin longu hevði á forsíðuni 9. august.
Tað var í illsinni fyri einum ári síðani, at løgmaður strikaði haldið av Sosialinum, eftir at blaðið hevði skrivað um, at landið misti pengar upp á eina mvg-skuld hjá einum felag, sum løgmaður varðaði av.
Innslagið í Degi og Viku vísir bara, at betur var, um løgmaður las Sosialin!