Eigur pápin ikki eisini barnið?

Ein kvinna gerst við barn, tá ið eitt egg frá mammuni og ein sáðkykna frá pápanum renna saman, hetta vit nevna gitingin.

Nú er ein nýggj sjálvstøðug menniskja vorðin skapað. Umleið 18. dagin eftir gitingina, áður enn mammam veit av, at hon er við barn, byrjar hjartað á barninum at sláa.

Umleið 6. viku eftir gitingina hevur barnið heila, oyru, eygu, munn, livur og nýru, har blóðið streymar ígjøgnum óheft av blóðrenslinum hjá mammuni. Umleið 7. viku eftir gitingina, røra armar og bein seg, men mamman merkir tað ikki. Fingramerkini eru liðug skapað fyri alt lívið. 10. vika, tá er barnið 5 cm. og kann taka um lutir, ið verða lagdir í hendurnar á tí. Barnið kennir pínu, ljós, ljóð, kulda, handfaring. Av og á svevur tað eisini við tummulfingrinum í munninum. Canadiumaðurin Dr. Philip G. Ney, sum er barnasálarlækni og sálarfrøðingur, hevur í meir enn 20 ár virkað sum kennari við lærda háskúlan í Canada og New Zealandi. Hann hevur í nøkur ár kannað fosturtøku frá ymiskum sjónarhornum.

Við í kanningini vóru 3800 kvinnur. Eitt, sum allatíðina er afturvendandi hjá Dr. Ney, er leikluturin hjá fedrunum. Tvørrandi stuðul frá pápunum er tað, sum hevur størsta týdning í valinum um fosturtøku ella ikki. Fosturtøka er eisini oyðileggjandi í viðurskiftinum millum mann og konu. Ivaleyst eitt tað mesta umráðandi gerast kann til tess at minka um fosturtýning millum ung, er at stuðla pápunum og viðurskiftinum millum mammuna og pápan.

Kvinnur, sum fáa framt fosturtýning, drepa nakað inni í sær sjálvum. Tað, sum ikki er gott fyri barnið, er heldur ikki gott fyri mammuna. Niðurstøðan hjá Dr. Philip G. Ney er, at fosturtýning er ein tann størsti trupulleiki, samfelagið hevur at dragast við. Hesin trupulleiki oðyileggur heilsuna hjá kvinnuni, oyðileggur viðurskiftini millum mann og konu, og millum foreldur og børn.

Fosturtýning skapar misálit, ótryggleika, sorg og tørvandi framtíðarvónir.


Karin Christiansen