Eik Banki hevði næstan 40 milliónir krónur í halli tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár ímóti 332 milliónum krónum í avlopi sama tíðarskeið í fjør Hesi tølini eru fyri skatt. Eftir skatt er nettoúrslitið níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár minus 32 milliónir krónur samanborið við 282 milliónir krónur í avlopi somu mánaðir í 2007. Tað skrivar Børsen seinnapartin.
Sagt verður, at rentuinntøkurnar hjá Eik Banka eru øktar úr 286 milliónum krónum tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í fjør í 374 milliónir krónur somu mánaðir ío ár. Ómaksgjaldini hava givið 181 milliónir krónur, og úrslitið av kursreguleringunum er minus 205 milliónir krónur.
Eik Banki hevur fyrr boðað frá, at hann væmntaði at hava umleið 320 milliónir krónur fyri skatt og reguleringar í avlopi í ár, men tann metingin er nú 300 milliónir krónur, skrivar bankin á heimasíðuni. Bankin sigur, at gjaldføri hansara er gott, og at Eik Banki stendur sterkur.