Eik Banki selt sín part í SPRON

Eik Banki hevur selt síni partabrøv í íslendska peningastovninum SPRON Leiðslan í Eik Banka gjørdi fríggjadagin av at selja øll partabrøvini, sum bankin átti í íslendska peningastovninum SPRON.

Talan er um 422.450.084 partabrøv, sum svara til 8,44 prosent av partapeninginum í SPRON, skrivar blaðið Vísir. Keypari er Eik Grunnurin, sum nú eigur 8,44 prosent av SPRON.

Eik Grunnurin er nógv tann størsti partaeigarin í Eik Banka við umleið 60 prosentum av partapeninginum.