Fyrr í dag boðaði BankNordik frá, at teir fara at bjóða ymsar bankatænastur um fartelefonina, og nú boðar Eik Banki frá tí sama. - Vit eru sera fegin um at kunna bjóða føroyingum hesar tænasturnar? sigur Ólavur Jensen, Sølu- og Marknaðarleiðari í Eik Banka.
- Føroysku peningastovnarnir hava saman við SDC samarbeitt um hesar loysnirnar og tað hevur gingið stak væl. Serliga gleða vit okkum til seinni í ár at kunna bjóða føroyingum at brúka fartelefonina sum gjaldskort?, sigur Ólavur Jensen.
Talan er um menning av fleiri tænastum, sum ikki bara eru nýggjar og smartar, men sum fyrst og fremst eru ætlaðar at lætta um hjá kundunum, sum kunnu avgreiða síni bankaviðurskifti nær og hvar tað skal vera.
Hendan loysnin ? Telebankin - hevur verið tøk síðan á heysti 2010. Kundar hjá Eik hava møguleika at fáa Netbankan á vanligu fartelefonina, og kunnu t.d. gera flytingar, síggja kontuyvirlit, bókingar o.a.
Smartphone brúkarar kunnu gleðast um, at í mai verður ein sokallað applikatión tøk til iPhone og Android telefonir. Applikatiónin hevur somu eginleikar sum Netbankin á telduni og harafturat hevur hon ymsar eyka hentleikar.
Sum áður nevnt fara fólk innan stutta tíð at kunna gjalda við fartelefonini. Henda tænasta fer at vera tøk til stórt sæð allar fartelefonir. Nærri kunning um hesa og aðrar tænastur verður tøk á heimasíðu okkara seinni.
- Vit eru inni í eini sera spennandi tíð við stórari tøkniligari menning innan kundavendar bankatænastur - serliga á fartelefonøkinum?, sigur Ólavur Jensen á heimasíðu bankans.