Eik hevur biðið landsstýrið um hjálp

Í nátt hevur Eik banki biðið landsstýrið um at seta 600 milliónir krónur í partapeningi í bankan. Hetta er treytað av, at TF Holding samstundis setir 400 milliónir krónur í felagið.

Odd Bjellvåg, nevndarformaður váttar hetta fyri Kringvarpinumm, sum sigur, at umsóknin er í tveimum. Í fyrstu atløgu søkir Eik Banki um nýggjan partapening til samtakið, men í øðrum lagi bara til Eik Banka PF. Um tað seinna verður realiserað so merkir tað, at EIK banki má loysa trupulleikan við at loysa EIK Danmark úr samtakinum.

Odd Bjellvåg vísir á, at ein slík trygd merkir, at landsstýrið bindur seg at tekna upp til 600 milliónir, men at henda upphædd minkar, um aðrir íleggjar koma við eisini. Men við hesi trygd fær Eik arbeitt meira frítt til tess at loysa kapitaltørvin.