Nú í millum klokkan 15-17 hevur Eik bjóðað øllum ungum millum 18 og 25 ár í teirra spildurnýggju ungdómsdeild á Tinghúsvegnum Tónleikur, teldur, stórskíggjar og ongar avgreiðslur av nøkrum slag. Nakað soleiðis ber til at taka samanum, eftir eina vitjan í spildurnýggju ungdómsdeildini hjá Eik á Tinghúsvegnum.
? Tey ungu krevja meiri í dag, tey vilja hava okkurt nýtt at henda alla tíðina, og hetta er ein ásannan av tí, sigur Hilmar Sam Lamhauge, leiðari á nýggju ungdómsdeildini hjá Eik.
At henda deild bankans bara vendir sær til ung ímillum 18 og 25 ár, sæst millum annað aftur í, at eingin avgreiðsla er nakrastaðni á deildini.
? Vit hava eitt pengaleyst samfelag, har øll ung hava eitt gjaldskort, og tí slepst eisini undan vanligu avgreiðslunum, greiðir Hilmar Sam Lamhauge frá.
Ungdómsbankin fer í høvuðsheitum at leggja seg eftir, at veita teimum ungu millum 18 og 25 ár ráðgeving, men fevnir annars um alt vanligt bankavirksemi.