Eik kann fáa nógv burtur úr Spron-skráseting

Í morgin verður íslendska felagið Spron skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Eik banki eigur 8,45 prosent í Spron og kann fáa millum 200 og 700 mió. krónur burturúr Tað sigur ein meting hjá Føroya Banka. Íløgudeildin hjá bankanum vísti í juli á, at tað kundi fáa týðandi ávirkan á ársúrslitið hjá Eik banka, um Spron varð børsskrásett. Nú børskrásetingin verður veruleiki, hevur íløgudeildin hugt at, hvørja ávirkan skrásetingin kann fáa á Spron og Eik.

Ognarparturin hjá Eik í Spron er bókaður til keypsupphæddina 240 mió. krónur í roknskapinum. Hendan upphæddin skal virðisjavnast og munurin síðan inntøkuførast hjá Eik, tá Spron er skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Íløgudeildin metir, at marknaðurin longu hevur innroknað ein stóran vinning í verandi prísáseting av Eik. Tó valdar óvissa um, hvussu stórur vinningurin er.

Síðan Spron varð umlagt til partafelag í august, hevur ikki verið gjørligt at handla Spron-partabrøv umvegis heimasíðuna hjá felagnum. Ráðgevarafyritøkan Capacent gjørdi tó fyri Spron eina almenna virðisáseting av partabrøvunum, ið ásetti virðið til 60 milliardir íslendskar krónur. Hetta gevur Eik ein vinning á 200 milliónir føroyskar krónur.

Hinvegin varð ábyrgdarpeningurin í august handlaður fyri ein kurs, ið ásetti virðið á Spron oman fyri 100 milliardir íslendskar krónur. Um hetta verður virðið, tá Spron fer á børsin, fær Eik ein vinning á umleið 700 milliónir krónur, sigur Føroya Banki.