Eik lækkar eisini rentuna

Eik Banki lækkar við virknaði frá týsdegnum 17. mars rentustig sítt, eftir at Tjóðbankin 6. mars lækkaði leiðandi renturnar

Inn- og útlánsrentur lækka við upp til 0,75 prosentstigum. Lægsta bústaðararenta (bankalán) lækkar 0,25 prosentstig og fer úr 6,40 prosentum niður í 6,15 prosent.

Fleiri realkredittlán liggja í løtuni á einum rættiliga nógv lægri rentustigi enn t.d. lægsta bústaðarentan. Meðan lægsta bústaðarenta nú er 6,15 prosent, er rentan á sonevndum RTL1-lánum (rentutillagingarlán við árligari rentutillaging) heilt niðri á 4,51 prosentum.

Rentan á realkredittlánum verður ikki ávirkað av rentubroytingini.

Per Højgaard, kunningarráðgevi í Eik, sigur, at tað er av ongum týdningi, at Eik Banki er tveir dagar seinni enn Føroya Banki við rentutillagingini.

- Tað er meir ella minni tilvildarligt, at vit eru tveir dagar seinni enn Føroya Banki. Onkuntíð eru teir fyrr, og onkuntíð eru vit fyrr, vísir Per Højgaard á.

- Vanliga mannagongdin er at mann vurderar og roknar upp á alt áðrenn rentan verður tillagað, og tað er tað, vit hava gjørt. Eisini er vanligt, at man hyggur eftir hvat støði hinir bankarnir í kongaríkinum leggja seg á, áðrenn tú lækkar rentuna, greiðir Per Højgaard frá.