Eik metgott úrslit í fjør

Eik samtakið hevði 307 mió. krónur í avlopi áðrenn skatt í fjør, og tað er 87 prosent meiri enn í 2005. Eik samtakið hevði stóra framgongd í 2006, og tí kann bankin í dag almannakunngera enn eitt metstórt roknskaparúrslit. Avlopið fyri í fjør var 307 mió.kr. áðrenn skatt.

Eginognin við ársbyrjan er rentað við 27,3% eftir skatt, og hon er nú 1,209 mia. kr. móti 917,3 mió. kr. árið fyri.

-Orsøkin til góða úrslitið er hin sama, sum seinastu árini hevur tryggjað Eik eina sera jaligagongd. Okkara sera dugnaligu starvsfólk arbeiða heilhjartað fyri at skapa kundunum úrslit og partaeigarunum virði, sigur Marner Jacobsen, forstjóri, á heimasíðuni hjá Eik.