Samtakið Eik Banki hevði 120,5 mió. krónur í avlopi eftir skatt tríggjar teir fyrstu mánaðarnar í ár móti 35,5 mió. krónum somu tíð í fjør. Tað gongur við rúkandi ferð hjá Eik Banka. Avlopið í fyrsta ársfjórðingi er 120,5 mió. kr. eftir skatt móti 35,5 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør. Eginognin við ársbyrjan er rentað 39,9 prosent p.a. fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár móti 15,5 prosent p.a. sama tíðarskeið í fjør.
-Fyrsti ársfjórðingur hevur hilnast sera væl. Vit høvdu stóran vøkstur í grundrakstrinum, bæði her heima og uttanlands, samstundis sum vinningsbýtið úr Spron var eitt avbera gott íkast til úrslitið, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, í tíðindaskrivi.
Eik er størsti einstaki partaeigari í Spron, og vinningsbýtið gav Eik tilsamans 68,0 mió. kr. í inntøku fyrsta ársfjórðing. Eisini virksemið í dótturbankanum, Eik Bank Danmark, er nógv økt fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2007.
Við støði í úrslitinum higartil í ár og útlitunum fyri árið, væntar Eik, at úrslitið hjá samtakinum fyri árið 2007 verður uml. 340 mió. kr. áðrenn virðisjavnan av virðisbrøvum, burturleggingar og skatt.
Hetta er fyrstu ferð, at Eik Banki almannakunnger roknskap sín fyri ein ársfjórðing. Føroya Banki kunngjørdi herfyri sín topknskap fyri fyrsta ársfjórðingin, sum vísti 50 mió. kr. í avlopi.