Tíðindaskriv
Umboð fyri Eik hava verið í London og tikið ímóti altjóða heiðuri á tiltakinum »Banker’s Award 2007«, sum altjóða tíðarritið fyri peningastovnar, The Banker, skipaði fyri mikudagin.
Á hesi samkomu fekk Eik heitið sum »Bank of the Year« í Føroyum. Saman við heiðurinum fylgdi ein lítil standmynd, sum nú hevur fingið sítt pláss í Eik-høvuðssætinum Yviri við Strond í Havn.
- Tað er sjálvandi positivt við einari viðurkenning av hesum slagnum. Hon ber vónandi við sær, at Eik gerst eitt sindur sjónligari uttan fyri Føroyar, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik.
The Banker er eitt sertíðarrit um og fyri peningastovnar, sum Financial Times stendur aftan fyri. Á hvørjum ári verður fokus sett á ársins bankar í londum kring allan heim. Bankarnir verða millum annað vendir og vigaðir út frá sínum fíggjarligu úrslitum, og hvussu teir megna at spjaða sítt virksemi út á nýggj landafrøðilig økir.
Royal Bank of Scotland gjørdist »Bank of the Year«, tá tað snýr seg um allan heimin. Í Íslandi fór Glitnir við heiðurinum, og í Danmark fall valið á Danske Bank.
2007 er fyrsta árið, at Føroyar eru við í metingini hjá The Banker.
Fyrr hendan mánaðin varð Eik Banki kosin »Ársins Virki 2007«.