Eik-samtakið hevur gjørt avtalu við stóra spanska Santander-samtakið um sølu av Business to Business-bilfíggingini hjá SkandiaBanken, ið er partur av Eik-samtakinum Í dag hava Eik Bank Danmark A/S og Santander Consumer Bank A/S avtalað, at Santander Consumer Bank A/S keypir deildina hjá SkandiaBanken, ið burturav fæst við Busines to Business-bilfígging og -leasing í Danmark. SkandiaBanken A/S er eitt dótturfelag hjá Eik Bank Danmark A/S, ið aftur er eitt dótturfelag hjá Eik Banka P/F.
Santander Consumer Bank A/S er eitt dótturfelag hjá spanska Banco Santander, ið er heimsins 12. størsta fíggjarsamtak. Spanska samtakið hevur serliga virksemi í Miðeuropa, Bretlandi og í Miðamerika. Í 2006 hevði spanska samtakið eitt úrslit á 7,6 mia. evrur.
Avgerðin um at selja bilfíggingardeildina er ein liður í at tillaga virksemið hjá SkandaBanken.
-Bilfíggingin hjá SkandiaBanken er Business to Business-virksemi, meðan annað virksemi í SkandiaBanken er Business to Consumer. Vit vilja fegin hava størst møguligu synergiina burtur úr samanleggingini av SkandiaBanken og Eik Bank Danmark, og tí er rætt at selja bilfíggingarvirksemið nú, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.
Virðið á tí virksemi, ið nú verður selt Santander-samtakinum, er tilsamans 1,7 mia. kr.
Sølan ber ikki í sær broytingar í útlitunum fyri ársúrslSølan ber ikki í sær broytingar í útlitunum fyri ársúrslitið hjá Eik Banka í 2007. Kortini hevur sølan positiva ávirkan á gjaldførið og solvensin. Solvensurin hjá samtakinum var 11,57 prosent, tá samtakið yvirtók SkandiaBanken tann 30. august í ár.