Eik stevnir Astrup fyri ærumeiðing

- Eg kann vátta, at eg havi fingið boð frá sakførara um, at eg verið stevndur fyri ærumeiðing, sigur Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik.

- Eg kann vátta, at eg havi fingið boð frá sakførara um, at eg verið stevndur fyri ærumeiðing, sigur Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik í stuttari viðmerking í dag. 

 

Eik hevur kært Sosialin og Kringvarpið fyri tað, sum hesi hava miðlað í samband við skattamálið hjá Eik. Kringvarpið og Sosialurin hava givið hvør sítt svarskriv í samband við kæruna og herfyri legði Kringvarpið sítt svarskriv á heimasíðuna til lesna. Har í stendur, at Eik hevur stevnt Jørn Astrup Hansen fyri ærumeiðing í samband við hansara útsagnir í miðlingini av málinum.

 

Jørn Astrup Hansen váttar fyri Miðlahúsinum, at hann fyri vikum síðani fekk boð frá sakførarum hjá Eik um, at ein stevna mótvegis gamla bankastjóranum um ærumeiðing er ávegis.

 

Jørn Astrup Hansen sat sum stjóri í Eik Banka Føroyar frá oktober 2010 og fram til apríl 2011, tá ið TF Holding keypti 70 prosent av bankanum frá Fíggjarligum Støðufesti. Tað er í tíðarskeiðnum áðrenn TF Holding keypti part av bankanum – also meðan Fíggjarligt Støðufesti átti bankan og meðan Astrup var stjóri, at málið um skattafrádráttin fór fram.

 

Jørn Astrup Hansen og Fíggjarligt Støðufesti hava ført fram í hesum skattamálinum, at tapið á 514 milliónir krónur hoyrir gamla bankanum til. Óavmarkaða statsgarantiið eftir lógini um Fíggjarligt Støðufesti fevndi jú um gamla Eik Banka. Hjá danska felagnum er støðan tann, at tapið ikki hevur nakað tilknýti til nýggja bankan, tí hesin var ikki umfataður av statsgarantinum og byrjaði sítt virksemi við einari eginogn á 1.486 milliónum. Eisini kann nevnast, at tær 514 milliónirnar eru partur av rættarmálinum móti gomlu leiðsluni í kollsilgda Eik Banka.

 

Men TF Holding og núverandi leiðslan í Eik taka ikki undir við hesum og siga, at tapið og skattafrádrátturin á 90 milliónir krónur hoyrir nýggja bankanum til. Ein skattafrádráttur á 90 milliónir merkir í veruleikanum, at nýggi Eik sleppur undan at rinda skatt í fleiri ár. 

 

Taks er komið til eina niðurstøðu í málinum, men enn hava føroyingar einki fingið at vita um, hvørt Eik hevur rætt til frádráttin ella ikki. Eisini verður áhugavert at vita, um so er, at Eik ikki hevur fingið viðhald í málinum, hvørt Taks metir, at Eik hevur gjørt eitt mistak ella um talan er um grovari brot. 

 

 

Í øllum førum kunnu vit vænta, at Jørn Astrup Hansen og Eik Banki hittast í rætti í Danmark innan alt ov leingi.