Eik vil hava Astrup í fongsul

- Eik Banki hevur kravt, at fyrrverandi bankastjórin verður dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri ærumeiðing.

Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik Banka, verður kravdur tvey ára fongsulsrevsing av Eik Banka fyri ærumeiðing. 

 

Eik Banki stevndi herfyri gamla stjóranum fyri ærumeiðing orsaka av hansara útsøgnum til miðlarnar, í samband við skattamálið. 

 

Enn er tó ikki greitt, hvat úrslitið av skattamálinum er. Taks sendi Eik sína fyribils niðurstøðu fyri tíð síðani, men Eik vildi hava fram til 1. desember at svara uppá fyribils niðurstøðuna. 

 

Also má gangast út frá, at Eik ikki hevur fingið óavmarkað viðhald í málinum um tær 90 milliónir krónurnar í skattafrádrátti. 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum í dag skrivar Jørn Astrup Hansen eina tíðargrein um skattamálið og komandi rættarmálið millum Eik og Jørn Astrup Hansen. Og har kemur fram, at Eik hevur kravt, at gamli bankastjórin verður dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri sínar útsagnir í málinum. 

 

Les alla tíðargreinina í blaðnum í dag.