Bankavirksemi
Í tíðndaskrivinum verður sagat, at avtalan ber i sær, at Kaupthing Bank gevst í Føroyum. Virksemið hjá Kaupthing Bank heldur fram í Eik, og kundaviðskiftini verða flutt til Eik-samtakið.
- Virksemið í Føroyum hevur gingið væl seinnu árini, og eg kenni meg sannførdan um, at henda gongd heldur fram undir nýggju eigarunum. Av tí, at Kaupthing-deildirnar á europeiska meginlandinum gerast støðugt fleiri í tali, hava vit tikið avgerð um at selja okkara virksemi í Føroyum. Eg vil fegin nýta høvið at takka Peter Holm, stjóra, og starvsfólkunum fyri teirra sera góða íkast til Kaupthing og teirra góðu úrslit, sigur Hreidar Már Sigurdsson, forstjóri í Kaupthing.
Virksemið heldur fram í Eik, og kundarnir merkja ikki stórvegis broytingar, tí treytirnar og starvsfólkini verða í høvuðsheitum tey somu sum áður. Tó fáa kundarnir hjá Kaupthing Bank sum kundar í Eik atgongd til fleiri tænastur enn higartil við tað, at Eik hevur eitt breiðari virkisøki enn Kaupthing í Føroyum.
- Vit eru sera fegin um at bjóða kundunum hjá Kaupthing vælkomnum í Eik. Bankavirksemi hevur stórrakstrarfyrimunir við sær, og tí er tað umráðandi at hava eina ávísa stødd. Við hesum keypinum vaksa føroysku útlánini í Eik við uml. 15 prosentum og innlánini við uml. 7 prosentum. Hartil styrkist okkara støða innan virðisbrævaøkið og Investment Banking munandi, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik.
Eik var við til at stovna Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag í 2000.
Virksemið hjá Kaupthing Bank verður formliga yvirtikið mánadagin 31. desember 2007 og fær tí onga ávirkan á ársúrslitið hjá Eik. Hinvegin verða eitt nú inn- og útlán við í javnanum fyri 2007. Javnin hjá Eik var við endan av triðja ársfjórðingi 2007 slakar 20 mia. krónur, og hann økist við umleið 1,2 mia. krónum við yvirtøkuni av virkseminum hjá Kaupthing í Føroyum, verður at enda sagt í tíðindaskrivinum.