ÓHEFTU MENNINIR
Jóannes Hansen
Tá ið ÍF og GÍ á Òlavsøku í 2005 spældu steypafinalu, var Birgir Sondum 23. maðurin á vøllinum.
Upprunaliga var ætlanin, at Eiler Rasmussen skuldi døma, men Eiler bar seg undan.
- Vit høvdu lagt frítíðarferð uttanlands til rættis, tá ið boðini komu fyri tveimum árum síðani. Tað harmaði meg, tí tað, at fáa litið finaluna til, man vera ynskidreymurin hjá øllum, sum fáast við døming, heldur Eiler Rasmussen.
Í ár var frítíð uttanlands eisini uppi í finalu fyrireikingunum:
- Eg var staddur í Svøríki í summarfrí, tá ið altjóða dómari okkara, Petur Reinert, sendi mær sms við tíðindunum um, at tað var gjørt av, at eg skuldi døma finaluna. Sjálvandi var eg fegin, tí í tvey ár hevði eg harmast um, at tað ikki lá fyri at døma á Òlavsøku í 2005.
Eiler hevur dømt í fremstu røð síðani í 2001.
- Dómaraprógvið leyk eg í 1997. Tey fyrstu árini vóru eg og Jens P. Brattalíð linjudómarar hjá Petur Erhard Kjærbo, sum dømdi. Hetta vardi í hálvt annað ár. So gavst Petur Erhard at døma, og Páll Augustinussen og eg vóru so linjuverjar hjá Jens Peturi, inntil hann fór til skips í 2001. Tá fóru Páll og eg at royna okkum, og síðani havi eg fingið loyvi at døma.
Linjudómarar mikukvøldið verða Jens Albert Simonsen og Andreas Petur Hansen. Andreas Petur hevur verið í hesum fakinum eins leingi og Eiler, meðan Jens Albert man vera ein tann royndasti aktivi í føroysku dómaraverðini. Hann er altjóða linjuverji og hevur í ár verið uttanlands og dømt saman við Peturi Reinert.
Merkisvert er tað, at allir tríggir, sum mikukvøldið hava ábyrgdina av, at alt gongur fyri seg sambært ásetingunum, búgva í høvuðsstaðnum, meðan teir í FSF yvirlitinum standa at umboða bygdafeløg.
Eiler Rasmussen og Andreas Petur Hansen eru báðir ættaðir av Skála, og Skála Ítróttarfelag stendur at varða av teimum sum dómarar. Jens Albert Simonsen er ættaður úr Miðvági, og í FSF yvirlitinum stendur hann at vera knýttur at MB.
- Eg búgvi á Argjum. Men eg havi ongantíð havt tilknýti til annað ítróttarfelag enn tað á Skála, og tað havi eg heldur ongar ætlanir um, sigur Eiler Rasmussen.
Fjórði dómari verður Lars Müller. Hann arbeiðir í Havn. Felagið, sum hann sambært FSF er knýttur at, er Royn í Hvalba, har hann býr, tá ið hann ikki er til arbeiðis.
Hvussu fyrireikar tú teg til hesa uppgávuna?
- Fyri at vera førur fyri at døma er neyðugt at vera í góðari venjing. Eftir ársskiftið renni eg fleiri ferðir um vikuna samstundis sum vit dómarar, sum búgva í høvuðsstaðnum, spæla innandura fótbólt saman eina ferð um vikuna. Meðan vit døma, renni eg tríggjar ferðir og spæli innandura eina ferð um vikuna.
Hvussu fyrireikar tú teg mikudagin?
- Sum til allar aðrar dystir. Tó er tað soleiðis, at tá ið talan er um vanligan arbeiðsdag, og dysturin er ásettur at byrja klokkan 18, so fari eg úr arbeiði eitt sindur, áðrenn eg plagi at fara. Eg veit, hvat fyri slag av fótbólti hesi bæði liðini spæla, og tað er ikki frítt, at man spælir ymsar støður, sum kunnu uppstanda, ígjøgnum í høvdinum. Tað ræður um at vera likamliga og sinniliga klárur.