– Ein av mínum størstu upplivingum

23 ára gamli Reðin Húsdal Leonsson úr Sørvági var saman við 7500 øðrum partur av litríka Sydney Mardi Gras, sum er ein av heimsins størstu skrúðgongum fyri samkynd.
– Persónliga vil eg siga, at hetta er ein av mínum størstu upplivingum, sigur Reðin

Reðin Húsdal Leonssson er úr Sørvági. Hann er 23 ára gamal, samkyndur og lesur sálarfrøði í Bond University á Gold Coast í Avstralia. Undir slagorðinum “Faroe Islands moving forward” var hann leygarkvøldið saman við trimum vinfólkum partur av árliga Sydney Mardi Gras – ein av heimsins størstu skrúðgongum fyri samkynd.

Fagnaðu 266b
Her heima í Føroyum merkjast eftirskjálvtarnir av samtyktini, um at fáa grein 266b í revsilógini eisini til at fevna um samkynd, við jøvnum millumbili. Men eisini uttan í heimi síggjast framvegis ringar í sjónum eftir umstríddu løgtingssamtyktina. Herfyri skrivaðu vit í Sosialinum, at náttklubbin Jacques í Keypmannahavn, sum hevur føroyskar eigarar og nú er eitt stað, har samkynd hittast, skipaði fyri einum sokallaðum “266b kvøldið”. Nú hava ringarnir breitt seg til Avstralia, har Reðin Húsdal Leonsson, saman við vinfólkum sínum, fagnaði løgtingssamtyktini. Hetta gjørdi hann við at luttaka í Sydney Mardi Gras, har hann saman við trimum vinfólkum bar ein bannara við áskriftini “Faroe Islands moving forward”.
– Orsøkin til at vit vóru við í skrúðgonguni, var fyri at fagna at Føroyar nú hevur samtykt grein 266b, og hevur tikið eitt avgerandi fet á rætta leið móti javnstøðu fyri øll, sigur Reðin.
– Tá ið eg avgjørdi at umboða Føroyar søgdu vinfólkini beinanvegin, at tey vildu stuðla mær í hesum og vísa takksemi fyri, at so nógv hjálptu til at fáa hesa lóg samtykta, greiðir Reðin frá.

Forsetin nevndi Føroyar
Men tað vóru ikki einans Reðin og vinfólk hansara, sum fagnaðu og fegnaðust um avgerðina, sum Føroya løgting tók.
Við heimasíðuna www.stuff.co.nz, greiddi forsetin fyri Sydney Mardi Gras, Marcus Bourget, frá, at Føroyar hava nýligani samtykt, at anti-diskriminatións lógin eisini skal fevna um samkynd.
– Tað eru hesi fólk (Reðin Húsdal Leonsson og vinfólk hansara, blðm.) komin fyri at hátíðarhalda saman við okkum – fyri mær er tað hetta, sum Mardi Gras snýr seg um, segði Marcus Bourget.
Reðin greiðir annars frá, at Sydney Mardi Gras er ein av teimum heilt fáu skrúðgongunum, har ein rúgva av stovnum luttaka, og nevnir hann løgregluna, sjúkrabilar og borgarstjóran í Sydney sum dømi um nøkur av teimum almennu sum luttóku.

Tónleikur, sjónleikur og dansur
Sydney Mardi Gras byrjaði leygarkvøldið klokkan 20.30 og endaði um 23-tíðina.
– Skrúðgongan sjálv er mitt í býnum og fevnir um einar tveir kilometrar vild eg mett. Tónleikur og sjónleikur er ein stórur partur av skrúðgonguni, og nærum allar “entry’irnar” høvdu tónleik og “dansirutinur”, fortelur Reðin, sum tekur soleiðis saman um stóra tiltakið.
– Tað var heilt ótrúliga gott, og vit fingu sera góð aftursvar. Persónliga vil eg siga, at hetta er ein av mínum størstu upplivingum.

Gjørdi nógv interview
At Reðin og vinfólk hansara vaktu ans við bannara teirra og slagorðinum “Faroe Islands moving forward” sæst eisini á alskyns heimasíðum og tíðarritum.
– Vit vórðu interviewaði í trimum útvarpsstøðum, sjónvarpið og til ymsar heimasíður, sigur Reðin. Á alnetinum fæst eisini sjón fyri søgn, har Reðin Húsdal Leonsson er endurgivin hjá millum annað Reuters og Daily Times.