Liðið hjá Silju skal spæla finalur um íslendska meistaraheitið

Valur vann eisini triðu hálvfinaluna

Landsliðsmálverjin, Silja A. Müller og liðfelagar hennara í Vali skulu spæla finalur um íslendska meistaraheitið.

 

Valur vann eisini triðu hálvfinaluna móti ÍR. Hesaferð gjørdist talan um 31-23 sigur á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík. Valskvinnur vóru frammanfyri 15-12 í steðginum.

 

Sum vant vardi íslendski landsliðsmálverjin, Hafdís Renötudóttir málið hjá Vali størsta partin av dystinum. Men Silja slapp upp í part eisini, og var noterað fyri tvær bjargingar.

 

Í finalunum møtir Valur antin Haukum ella Fram. Haukar er á odda 2-1 í hálvfinaluuppgerðini teirra millum.