Ein býarmynd givin í Klaksvík

Í nærum 40 ár hevur Kári Kjelnæs verið í kommunalum starvi í Klaksvík. Fyrst á brandstøðini, og síðstu 25 árini hevur hann eisini starvast í svimjihøllini. Leygardagin 30. september var síðsti arbeiðsdagur hjá Kára, og tá var stór almenn móttøku hildin í svimjihøllini, har fólk høvdu møguleika at siga Kára farvæl á hansara síðsta arbeiðsdegi.

Leygardagin 30. september var stór almenn móttøku í svimjihøllini í Klaksvík. Nógv fólk var komið saman fyri at hátíðarhalda seinasta arbeiðsdagin hjá Kára Kjælnes, sum í nærum 40 hevur verið í almennum starvi í Klaksvík.
Í 1967 byrjaði hann á brandstøðini, og í juni 1981 fekk hann eisini starv í svimjihøllini. Hesi bæði størv røkti hann líka til desember í 2005, tá hann fór úr starvi á brandstøðini. Leygardagin kom so seinasti arbeiðsdagur í svimjihøllini, og tí var stór móttøka hildin.
Løtan byrjaði við, at Elin Matras Kallsberg bjóðaði øllum vælkomnum. Tá hetta var liðugt, trein borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen fram og bar talu til høvuðspersónin, har hann takkaði honum fyri góða arbeiðið, sum hesin hevði gjørt fyri kommununa í Klaksvík í sløk 40 ár.
Vit ætla í hesi grein at siga eitt sindur um Kári Kjelnæs, og hansara arbeiðsgongd seinastu 40 árini.

Fór í starv á brandstøðini

Vit skulu heilt aftur til 1968 fyri at finna fyrsta arbeiðsdag hjá Kára í kommunalum starvi. Hetta árið bleiv hann nevniliga settur í starv á brandstøðini.
Ikki gekk long tíð, fyrrenn Kári hevði arbeitt seg upp á brandstøðini. Longu í 1973, 5 ár eftir sín fyrsta arbeiðsdag, bleiv hann settur í starv sum varaleiðari á brandstøðini í Klaksvík. Hann var í hesum starvi í samfull 17 ár, áðrenn hann í 1990 bleiv settur í starv sum leiðari á brandstøðini.
Hetta starv røkti hann til desember mánað síðsta ár, tá hann fór frá. Ætlanin hjá honum var at gevast longu í 2004, tá hann gjørdist 65 ára gamal, men tá lá illa fyri at finna ein avloysara. Tí bleiv hann verandi í starvinum líka til desember í fjør, tá ein nýggjur leiðari endiliga bleiv funnin.
Kári sigur, at honum dámdi stak væl at vera í starvi hjá brandstøðini, men hann væntar ikki, at hann fer at sakna tað so øgiliga nógv enn.
- Mær dámdi væl at vera á brandstøðini, men sum nú er fari eg ikki at sakna tað. Fyri tveimum árum síðani boðaði eg frá, at eg ætlaði mær at gevast í starvinum.Tað gekst tó strilti at fáa annað fólk í hetta starv, og tí bleiv eg verandi líka til á jólum í fjør. Í alla hesa tíð hevði eg vænt meg við tankan, at eg innan alt ov langa tíð fór at gevast á brandstøðini. Av tí at eg bleiv so vanur við tankan, so fari eg ikki at sakna hetta júst nú, men longsulin kemur kanska á meg einaferð seinni.

Svimjihøllin letur upp

Í 1974, tá Kári longu hevði verið í starvi á brandstøðini í 6 ár, letur so svimjihøllin í Klaksvík upp. Her verður Kári Kjelnæs settur í starv í 1981, soleiðis at hann nú hevði tvey kommunal størv at røkja. Hetta bar sjálvandi bara til, tí tað er kommunalt arbeiði.
Tá hann hevði verið í starvi í svimjihøllini í 9 ár, bleiv hann settur í leiðarastarv í svimjihøllini. Hetta var í 1990, sama ár, sum hann eisini bleiv leiðari á brandstøðini. Nú hevði hann so tvey kommunal leiðarastørv at røkja, og hetta kann av mongum tykjast rættiliga strævið.
Vit spurdu Kára, hvussu tað riggaði at vera leiðari í tveimum støðum samstundis.
- Tað var sum so ongantíð nakar trupulleiki, men tað bar tó bert til, tí hetta er kommunalt arbeiði. Eg hevði sjálvandi nógv at gera, men børnini vóru blivin vaksin, so tað vóru bara eg og konan, Valborg. Eg má leggja afturat, at hetta hevði ikki borið til uttan konuna, tí hon hevur virkiliga verið ein góð og hjálpsom kona.

Ongar stórar vanlukkur

Nú hevur Kári arbeitt hjá Klaksvíkar kommunu í nærum 40 ár. Góð 37 ár á brandstøðini, og góð 25 ár í svimjihøllini. Hann sigur seg hava verið vitni til nógvar góðar løtur, og sjálvandi eisini onkrar minni góðar, men hann heldur ikki, at har er nøkur einstøk hending, sum stendur fremst í huganum.
- Nei, eg haldi ikki, at har hevur verið nøkur heilt serlig hending, sum stendur fremst í huganum hjá mær. Tað hava verið nógvar góðar og hugaligar hendingar, og sjálvandi eisini onkur minni góð.
- Men jú, nú eg hugsi um tað, so er eitt ting, sum rennur mær í huga. Hetta er ikki nøkur einstøk hending, men nú havi eg verið í starvi í svimjihøllini í meir enn 25 ár, og eg eri sera fegin um, at ongar stórar vanlukkur eru hendar. Eingin hevur latið lív í høllini hesi 25 árini. Hetta er í míni verð ein stór hending, sum eg fari at minnast.

Nógv fólk hava vitjað í svimjihøllini

Svimjihøllin í Klaksvík hevur verið opin í næstan 32 ár, og nógv vitjandi hava verið hesi árini. Í hesum sambandi rennur serliga ein góður tanki í hugan á Kára.
- Nógv fólk hava verið og vitjað í svimjihøllini øll hesi árini. Svimjihøllin er opin allar dagar uttan mánadag, samstundis sum svimjifelagið her norðuri, Ægir, hevur havt høllini fyri seg mikudagar. Annars hevur verið opið fyri almenninginum hvønn dag.
- Serliga í vikuskiftinum hava verið nógv fólk og svomið, og onkrar dagar hava verið omanfyri 400 fólk og svomið í høllini. Í hesum sambandi kann eg siga, at vit í hesi 32 árini, sum høllin hevur verið opin, hava havt omanfyri 1,5 milliónir vitjandi, so eg haldi, at gongdin í høllini hevur verið góð.

Borgmeistarin takkaði Kára

Leygardagin var so síðsti arbeiðsdagur hjá Kára í svimjihøllini. Fyri sløkum ári síðani gavst hann á brandstøðini, so hetta árið hevur hann bert havt starv í svimjihøllini. Eftir at Elsa Matras Kallsberg hevði bjóðað øllum vælkomnum, so var túrurin komin til borgmeistaran í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, at takka Kára fyri hansara stóra og góða kommunala arbeiði nógvu tey síðstu árini.
- Kári hevur verið bæði áhaldin og trúfastur í sínum størvum hjá kommununi bæði í góðum og ringum tíðum. Hetta síggja vit eisini, tí at hann hevur verið í sama starvi í so langa tíð. Harafturat haldi eg, at hann hevur verið sera neyvur og nágreiniligur í sínum arbeiði sum leiðari. Tað hevur verið ein fragd at tikið ímóti teimum hagtølum, sum hann hevur borðreitt fyri okkum í umsitingini, og hetta eru vit sera glað fyri. Eg vil fegin takka honum fyri drúgva og trúgva tænasta øll hesi árini.

Hevur ætlanir fyri framtíðini

Nú hevur Kári arbeitt í kommunalum størvum í meir enn eina fjórðings øld. Árini eru vorðin 67 í tali, og tí er hann follin fyri pensiónsaldrinum. Hann er tó ikki bangin fyri, at hann fer at fáa ov lítið at gera, tvørtur ímóti.
- Eg havi ov mikið at taka mær til. Fyrst og fremst, so ætli eg mær at mála húsini. Tað haldi eg treingir til. So hevur mær eisini altíð dámt væl at skriva. Eg havi umsett onkra bók til føroyskt, og kanska eg fari at skriva eitt sindur. Tað fer tíðin at vísa.
Hann ljóðar nakað spentur til framtíðina, og kanska vit einaferð um nøkur ár fara at lesa bøkur frá rithøvundanum, Kára Kjelnæs. Tað ljóðar í øllum førum, sum um hetta er nakað, hann kundi funnið uppá.