Aftenposten skrivar um ein 37 ára gamlan norðmann úr Finnøy í Rogalandi, sum ávegis til Føroya í einum Viksund Combi glastrevjabáti kom í illveður í ein útnyrðing úr Hetlandi.
Tá ringast stóð til, vóru aldurnar 10 metrar høgar. Tveir rútar í bátinum brotnaðu, og báturin dreiv á havinum í aldunum í eini 6-7 samdøgur.
Søgan er, at tá illveðrið umsíðir hasaði av, sigldi maðurin til Måløy í Sogn og Fjordane, har hann - ein mánaða eftir, at túrurin byrjaði - sat á einari ølstovu í Måløy.
Knústu rútarnir siga frá einum dramatiskum túri og einum bardaga um lív og deyða. Øll søgan um norðmannin, sum ætlaði sær til Føroya í glastrevjabátinum, kann lesast á www.aftenposten.no