Bæði í gjár, og í nátt, hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna í Havn. Í gjár var tað mest fyri at hygga eftir um bilførarar tosaðu í handhildnari fartelefon – og tað vóru tað fleiri sum gjørdu og teir fáa nú eina bót fyri tað. Bótin fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan tú koyrir bil, er 1000 krónur.
Í nátt steðgaði løgreglan 35 – 40 bilum í Havn fyri at vita um bilførararnir vóru edrúir. Tað var tað ein, sum ikki var, og hann er nú skuldsettur fyri at koyra við kenning. Blóðroynd er tikin av bilføraranum fyri at staðfesta nágreiniliga, hvussu høg promillan var.
Annars sigur løgreglan, at tað var lítið fólk í býnum í nátt. Men tey fingu boð um, at einir fimm, seks mans vóru við at fara til hendurs í Steinatúni, men tað vísti seg bara at vera nakrir vinmenn, sum vóru farnir at beistast.