Søguligt: Ein Bitcoin er nú verd 100.000 dollarar

Í nátt vaks virðið á tí talgilda gjaldoyranum Bitcoin til heilar 100.000 dollarar – ein stórhending í cryptoheiminum. Hetta svarar til nakað oman fyri 700.000 krónur. Bara í ár er kurusin tvífaldaður

Um tú eigur eitt sindur av kryptogjaldoyranum Bitcoin, so fegnast tú allarhelst í morgun – og serliga, um tað er langt síðani, at tú keypti tær Bitcoin.

 

Tí virðið á talgilda gjaldoyranum er nú hækkað til heilar 100.000 dollarar, svarandi til nakað omanfyri 700.000 krónur.

 

Hetta runda 100.000-markið verður í kryptoheiminum roknað sum ein varði á vegnum fyri Bitcoin. Virðið hevur ongantíð áður verið so høgt.

 

Tað var um 3-tíðina í nátt, at kursurin kom heilt upp á 103.000 dollarar.

 

LES EISINI: Hugin er vónríkur um Bitcoin: – Hetta er enn bara byrjanin

 

Síðan amerikanska valið hin 5. november hevur Bitcoin verið flúgvandi. Ella rættari sagt: Síðan Donald Trump vann valið. Hann hevur fleiri ferðir verið positivur um Bitcoin og kryptogjaldoyru í síni heild, og tað sama hevur heimsins ríkasti maður, Elon Musk, sum eisini hevur spælt ein leiklut í valstríðnum hjá Trump.

 

Donald Trump hevur millum annað sagt, at USA skal verða heimsins krypti-høvuðsstaður, og at bitcoins skulu vera ein partur av valutareservuni hjá USA. 

 

Ein Bitcoin var verd um 70.000 $ áðrenn amerikanska valið, og nú liggur prísurin á 100.000 dollarar.

 

Fyri einum ári síðan lá virði á 37.000 dollarar.

 

Bitcoin hevur verið svingandi seinastu árini. Í byrjanini av 2017 var ein verd um 1.000 $, og seinni sama ár fór hon upp á umleið 20.000 $ fyri síðani at dykka aftur niður í virði. Sama søga var í 2021, tá Bitcoin og onnur cryptogjaldoyru flugu upp í virði - Bitcoin kom tá heilt upp á 66.000$, fyri síðan at fella knappliga í virði aftur til 16.000$ síðst í 2022.

 

Hygg at grafinum her - soleiðis hevur virðið broytt seg eftir tíð:

 

##med3##.

 

At Bitcoin nú er vert 100.000 dollarar eigur ikki at koma heilt óvart á føroyska Bitcoin-milliarderin Niklas Nikolajsen. Tí tað hevur hann í eina tíð roknað við, at fór at henda, áðrenn árið 2024 er úti, fortaldi hann fyri Euroinvestor herfyri.

 

Í samrøðu við Euroinvestor hin 25. november, tá Bitcoin nærkaðist 100.000-markinum, segði Niklas Nikolajsen:

 

– Eg fegnist, hvørja ferð Bitcoin tekur eitt met. Og eg havi sæð nógv met eftir hondini. Í 2011 hátíðarhelt eg, at kursurin kom upp á 1 dollara. 2 dollarar hátíðarhelt eg eisini, 10 dollarar, 10.000 dollarar og um eina løtu 100.000 dollarar.

 

So er spurningurin, hvat fer at henda nú; um hetta var toppurin á Bitcoin, ella um vit skulu longur upp. Tað eru tey, ið meina, at nú fara fólk at selja út, soleiðis at virðið fer at minka nógv – eins og tað fleiri ferðir fyrr hevur gjørt, tá gongdin hevur verið góð leingi, og eitt met er tikið. Men so eru tað eisini tey, ið meina, at hetta "enn bara er byrjanin".

 

Tá Bitcoin fyri trimum vikum síðani kom upp á 94.000 dollarar, skrivaði Niklas Nikolajsen á Facebook:

 

– Hægsti Bitcoin prísurin nakrantíð? Well, hann er heilt sikkurt at finna í framtíðini og ikki í fortíðini! Bitcoin fer at verða nógv nógv hægri enn í dag. Men verið varin, øll somul, tað verður "a bumpy ride!"

 

Um Niklas Nicolajsen vísir seg at fáa rætt ella ikki, tað má framtíðin vísa.

 

##med4##

 

Bitcoin kann nýtast til at gjalda við, eins og onnur gjaldoyru, men tey flestu keypa tað sum eina íløgu.

 

Soleiðis hevur gongdin í virðinum hjá Bitcoin verið seinasta árið:

 

##med2##