U17: Hópurin til menningarkapping á Malta úttikin

Christian Høgni Jacobsen hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal taka lut í UEFA menningarkapping á Malta, skrivar Fótbóltssambandið

Christian Høgni Jacobsen hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal taka lut í UEFA menningarkapping á Malta, skrivar Fótbóltssambandið. Tríggir dystir eru á skránni, tá U17-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum leggur leiðina til Malta, har liðið skal taka lut í UEFA menningarkapping.

 

Umframt Malta og Føroyar, vera Gibraltar og Armenia eisini við í kappingini, sum verður spæld frá 24. februar til 1. mars. Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá U17 dreingjunum, og hann hevur nú kunngjørt teir 18 spælararnar, ið eru úttiknir til kappingina á Malta.

 

Hópurin:

 

Dennis Anghel, B36

 

Samuel Ierulli, B36

 

Jákup Kristiansson Poulsen, B68

 

Tobias Bergkvist, B68

 

Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur

 

Mathias Eikhólm Andersen, EB/Streymur

 

Nóa Kristin Mortensen, FC Suðuroy

 

Tummas Joensen, FC Suðuroy

 

Hákun Rask Olsen, HB

 

William Hansen, Hvidovre IF

 

Dánjal Muller, KÍ

 

Jóel Tróndargjógv, NSÍ

 

Markus Danielsen, NSÍ

 

Dávid Jørginsson, Víkingur

 

Djóni Øre, Víkingur

 

Markus Sigurdsson Højgaard, Víkingur

 

Nóa Klein Joensen, Víkingur

 

Rósing Sverrason Toyt, Víkingur

 

Dystarskráin:

 

24. feb. Gibraltar – Føroyar

 

26. feb. Føroyar – Armenia

 

1. mars Malta – Føroyar