Ein broyting á føroyska liðnum

Tað er ein broyting á føroyska liðnum til dystin móti Kosovo

Lars Olsen hevur framt eina broyting til dystin móti Kosovo, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Malta. Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Sølva Vatnhamar í høgra borði.

 

Les eisini: Ein lítil ábending til venjing

 

Í kvøld klokkan 19:45 fer føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin til næsta dystin í UEFA Nations League. Hesaferð er talan um útivallardyst á Fadil Vokrri Stadion í Pristina, har Kosovo tekur ímóti.

 

Fyri heimaliðið er eisini talan um ein serligan dyst, tí hetta er fyrstu ferð, at Kosovo spælir ein almennan A-landsdyst við monnum á egnari jørð. Í undankappingini til HM 2018, spældu kosovobúgvar sínar heimadystir í Albania. Føroyski hópurin kom til Pristina leygarkvøldið, og sunnudagin varð vant á leikvøllinum, har dysturin skal spælast.

 

Í mun til dystin móti Malta, hevur venjarin framt eina broyting í byrjunaruppstillingini.  Sølvi Vatnhamar fer á bonkin, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu verður maðurin, ið frá byrjan skal røkja høgru síðu.

 

Føroyar: (4-2-3-1)

Gunnar Nielsen - Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Hallur Hansson, Rene Shaki Joensen - Gilli Rólantsson Sørensen, Brandur Hendriksson, Kaj Leo í Bartalssovu - Jóan Símun Edmundsson.

 

Á bonkinum: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Odmar Færø, Jógvan Rói Davidsen, Alex Mellemgaard, Magnus Egilsson, Sølvi Vatnhamar, Tróndur Jensen, Rógvi Baldvinsson, Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen.