Ein brúgv um ánna Elben smokkaði í nátt

Tað var um 03-tíðina í nátt, at hendingin fór fram, men higartil er einki frætt um persónsskaðar.

Ein brúgv í Dresden smokkaði saman í nátt.

Ein brúgv yvir ánna Elben smokkaði partvís saman í týska stórbýnum, Dresden, tíðliga í morgun.

 

Tað er ógreitt, hvør orsøkin til hendingina var.

 

Umleið 100 metrar av Carola-brúnni brotnaðu og duttu niður í Elbenánna.

 

Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at parturin av brúnni, sum brotnaði, forðar skipaferðslu í økinum.

 

Tað var um 03-tíðina í nátt, at hendingin fór fram, men higartil er einki frætt um persónsskaðar.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at hitaleiðingar til stóran part av Dressden eru raktar, nú brúgvin smokkaði.

 

 

 

Ein brúgv í Dresden smokkaði saman í nátt.