Hvønn einasta dag fær løgreglan fráboðan, um dýr sum ganga leys. Og hesi boð verða givin víðari til aktingarmenninar hjá kommununi. Teir koma á staðið og fara avstað aftur við dýrinum.
Og tað kostar ikki einki, um aktingarmenninir verða boðsendir. Taka teir eitt nú ein hund, tí eigarin ikki røkir uppgávu sína, má hesin gjalda um 600 krónur fyri at fáa hundin aftur.
Verður hundurin ikki heintaður innan tríggjar dagar, so verður hann avlívaður.
? Allir hundar, ið aktingarmaðurin tekur sær av, verða lýstir á talvu í miðbýnum í trý døgn og gott og væl tað, áðrenn teir verða avlívaðir, sigur Peter Poulsen, leiðari á politistøðini í Havn.
Hann leggur dent á, at talan er um hundar, ið einki frámerki hava. Stendur eitt telefonnummar á hálsbandinum, so verður ringt og sagt frá.
Óvanligur gestur
Hóast politistøðin dagliga fær fráboðanir um leys kríatúr, so er meiri sjáldan, at kettur verða tiknar.
? Nakrar fellur eru ymsastaðni, har fólk eru illa plágað av kettum, men tað er ikki so ofta, at kettur verða fangaðar, sigur Peter Poulsen.
Ketturnar hava eisini tann fyrimunin, at eru tær í hálsbandi, so verða tær sleptar aftur.
Umframt hundar og einstakar kettur, so fær politistøðin eisini fráboðan um leysgangandi kríatúr.
? Tað kemur meir enn so fyri, at vit blíva uppringdir tíðliga sunnumorgun av illum fólkum, tí ein hestur stendur og hugnar sær í havanum, sigur Peter Poulsen, støðleiðari á politistøðini í Havn.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.
Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.
Undirhaldandi
Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.
Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.
Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.
Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.
Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.
HB-NSÍ 2-5 (1-2)
1-0: Pætur Dahl 5.
1-1: Dánjal Hansen 30.
1-2: Sjúrður Jacobsen 44.
2-2: Bárður Mortansson 51.
2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.
2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.
2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
NSÍ:
Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen