Ein daga leikbann fyri ólógliga venjing

OYL 15: Matthew Parkman, golfíðkari hjá Jersey hevur fingið eitt heldur løgið leikbann

Ítróttarfólkini hjá vertslandinum, Jersey kenna uttan iva eitt ávíst trýst frá heimafólkunum at vinna heiður og æru fyri vertslandið.

 

Golfíðkarin, Matthew Parkman (myndin) man uttan iva hava ta kensluna, tí hann framdi nakað, sum ikki er loyvt sambært reglunum í golf. Hetta skrivar Jersey Evening Post. 

 

Matthew Parkman gjørdi ikki minni enn eina ólógliga venjing. Hann vandi eina eykavenjing á allari kappingarbreytini fyri at verða betur fyri til golfkappingarnar, men tað skuldi hann sambært reglunum ikki gjørt.

 

Matthew Parkman hevur fingið leikbann í ein dag fyri hesa ólógligu venjingina, og tað kemur sera dátt við nú hann strembar eftir at vinna heiður og æru fyri Jersey.

 

Annars er nógv "etiketta" úti á golføkinum. Vit miðlafólk hava fingið at vita, at vit verða vend í hurðini og sleppa ikki inn á økið, um vit møta í kovboybrókum ella í stuttum brókum. Fleiri miðlafólk hava ikki tikið sunnudagsklæði við til arbeiðsbrúk, so nú livst og spyrst, um vit sleppa at práta við føroysku golfíðkararnar, tá vit fara at vitja teir í morgin?