Ein dagur í Suðuroy

Seinasta fríggjadag vitjaði Sosialurin nakrar fyritøkur og veitarar annars í Suðuroy, og hesar eru lýstar í blaðnum í dag.

 

Seinasta fríggjadag vitjaði Sosialurin kring um í Suðuroy, og her vóru vit framvið hjá ymiskum fyritøkum og veitarum í oynni annars.

Málið er at røkka oynna breiðari, og vit fara eisini at vitja við jøvnum millumbili, umframt at vit hava fólk, sum burturav arbeiða í Suðuroy.

Túrurin hesaferð var lutfalsliga stuttur, og júst henda dagin sótu kommunurnar á fundi í Vági við landsins myndugleikar um fígging av eldraøkinum í oynni.

Á vitjanini vóru vit inni á gólvinum hjá nøkrum fyritøkum, sum virka í Suðuroy, og aðrar hava vit skift orð við um telefonina.

Tað er hugaligt at síggja, at tað grør um gangandi fót í oynni – heilt frá tí yngsta til hin elsta. Í vinnulívinum eru tey bjartskygd og vónrík.

Arbeiði er til flestu hendur, og tað gleðir mangan, at Suðuroyggin í dag bæði eigur lut í uppsjóvar-og alitilfeinginum, sum skapar arbeiði og skattainntøkur í oynni.