Ein danskari aftrat í KÍ

Meistarafelagið í Klaksvík hevur undirskrivað sáttmála við álopsspælara í næstbestu donsku deildini

Mikudagin 15. juni letur flytingarvindeygað upp, og nú boða meistararnir og toppliðið í Klaksvík frá, at KÍ hevur undirskrivað sáttmála við nýggjan danskan álopsspælara. KÍ skrivar, at talan er um Anders Holvad, sum síðani á sumri í 2017 hevur umboðað FC Fredericia. Har var sáttmálaskeiðið hjá honum fram til 30. juni í 2023, men nú flytur hann úr Fredericia og til Klaksvíkar og KÍ.

 

Talan er um álopsspælara, sum fyri tað mesta er í høgru síðu. Jóansøkudag verður 1,85 metra høgi nýggi KÍ spælarin 32 ár. Síðsta kappingarár spældi hann 21 dystir og skoraði fimm mál fyri FC Fredericia. Higarti hevur hann spælt 153 dystir í næstbestu donsku deildini, og 2016 - 2017 spældi hann 11 dystir í bestu donsku deildini. Tá umboðaði hann Hobro IK.

 

Sáttmálin er galdandi fram til kappingarlok í 2023.

 

Nú eru tað fimm danskir spælarar í KÍ hópinum. Hinir eru málverjin Mathias Brinch Rosenørn, Jesper Brinck, sum verður nýttur í øllum ódnunum í verjuni, vongverjin í vinstru Patrick da Silva, og framrættaði miðvallarin Claes Philip Kronberg, sum higartil í ár hevur verið nógv darvaður av skaðum.

 

Stutt undan kappingarbyrjan keypti KÍ letlendska álopsspælaran Valerijs Sabala. Higartil hevur hann spælt átta landskappingardystir í bestu deildini og skorað trý mál.