Haraldsund: - Ja, Karola. Vil du venligst læse på side femoghalvtreds!
Tað er danskt á skránni í skúlanum á Haraldsundi fyrrapartin henda kalda hósdagin í apríl.
Teir sjey næmingarnir hava allir tikið bøkur sínar fram. Og sum orðatakið sigur: "Tá næmingurin er klárur, er lærarin klárur". Nú kann undirvísingin byrja.
Lærarin Magna Thomassen stendur har frammi við pultin, og frammanfyri sær hevur hon allan skúlaungdómin í Haraldsundi.
Skúlin heldur til í einum húsum, sum minna meiri um eini sethús enn um ein skúla. Hóast bygningurin er gamal, so er hann innrættaður og útgjørdur við øllum tí, sum hoyrir til ein slíkan skúla.
Har er tó bert eitt stórt flokshøli. Og har savnast allir næmingarnir til allar tímarnar saman við einasta læraranum við skúlan.
Størsti skúlagarðurin
Klokkan er júst farin av 10, og tað er fríkorter. Næmingarnir eru allir farnir út um at spæla eina løtu.
At tað er kalt í veðrinum henda dagin, sær ikki út til at nerva teir eitt einasta petti. Tey eru øll væl ílatin til føroyska veðurlagið.
Uttanfyri er helst minsti skúlagarðurin í Føroyum ? bert ein trappa og so ein lítil vegur niðan frá parkeringsøkinum.
Ella kanska er hetta størsti skúlagarðurin í heiminum, tí her er einki, ið avmarkar garðin. Einki hegn og einki portur. Og tí røkkur skúlagarðurin í roynd og veru um alla oynna, um ein velur at síggja soleiðis uppá hesar umstøðurnar hjá skúlabørnunum í Haraldsundi.
Nøkur av skúlabørnunum spæla eitthvørt spæl á sjálvari trappuni, har tey hoppa upp og niður gjøgnum trinini. Tá tey ikki tíma tað longur, kunnu tey bara fara aftur um skúlan, har eitt úthús stendur, sum er vælegnað til "hen-i-over"-spælið.
Vit hoyra onga klokku ringja, men brádliga kemur róp í, at nú er fríkorterið liðugt.
-Komið inn, tí nú byrja vit, rópar ein av næmingunum út í skúlagarðin.
Børnini eru ikki longri burtur enn so, enn at tey hoyra tað, sum sagt verður.
Næmingarnir, sum enn eru uttanfyri, skunda sær innar, væl vitandi um at tíðindatænastan er komin á gátt.
Mállæra
Hóast tvey umboð fyri tíðindatænastuna eru í Haraldsundi henda dagin, so órógvar tað ikki undirvísingina.
Lærarin kemur innar, og í somu løtu er friður í skúlastovuni. Á tímatalvuni er danskt.
-Ja, I kan bare tage jeres bøger op af tasken!, sigur Magna. Hon tosar á donskum.
Og børnini gera so sum lærarin sigur. Fá sekund seinni eru bøkurnar á borðinum.
- Ja, Karola. Vil du venligst læse på side femoghalvtreds!
-Á síðu fimmoghálvtrýss?
-Ja, på side femoghalvtreds. Og du må gerne tale dansk!
-OK, sigur Karola á donskum ? ella var tað á føroyskum ella kanska á enskum?! Sama ger. Hon ger so sum lærarin sigur.
Og hon byrjar at lesa ovast á síðu 55.
-Det var engang ...
Tað gongur við rúkandi ferð, - ja, so skjótt, at Magna biður hana um "ikke at læse så hurtigt".
- Jatak, det var fint, Karola. Og Ragnar, så er det din tur!
Hini børnini verða nú sett í gongd við ymiskar uppgávur í donskum. Øll hava tey danskt samstundis, og øll skulu tey undirvísast á tí støðinum, tey eru á.
Hóast hesar umstøður, er einki sum bendir á, at tey eru verri fyri enn onnur skúlabørn.