FORKVINNURNAR í Heimahjálparafelagnum og Sjúkrasystrafelagnum átala hvassliga, at landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum hevur avgjørt at leggja Almanna- og Heilsuskúlan á Tvøroyri. Tað eru ikki hissini orð, sum tær brúka: Skúlin fer at »detta niðurfyri«. Avgerðin er »mønustingurin hjá útbúgvingini«. Og harafturat liggur skúlin »óhøgliga fyri á Tvøroyri«.
TORBJØRN Jacobsen hevur avgjørt at broyta avgerðina at leggja skúlan í Havn og ístaðin leggja skúlan í Suðuroynni fyri m.a. at vísa, at landsstýrið meinar nakað við ætlanini um økismenning. Um tað er rætt at leggja skúlan í Suðuroy, ella um avgerðin er í stríð við gjørdar avtalur, skal ikki takast støða til her. Hinvegin skal hetta skiljast sum nakrar prinsipiellar viðmerkingar.
TAÐ er at fegnast um, at ein landsstýrismaður, ella eitt aðalstýri, torir at ganga ímóti gongdini, at alt skal flytast til Havnar, og ístaðin leggja ein stovn ella ein skúla aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum. Skal nakað ítøkiligt spyrjast burtur úr føgru orðunum um økismenning ella útoyggjamenning, so er neyðugt at taka slík stig. Havnarfólk, stovnsleiðarar, ella fakfelagsleiðarar sum í hesum føri, fara helst at mótmæla og leggja fótonglar. Men slíkum má ein landsstýrismaður ikki lata sær lynda.
FRAMMANUNDAN hava vit skúlar og útbúgvingar uttan fyri Havnina. T.d. hava vit bæði kokkaskúla, sjómansskúla og húsarhaldsskúla í Klaksvík. Í Vestmanna hava vit fiskivinnuskúla. Tí duga fólk ikki at skilja, hví ein almanna og heilsuskúli ikki kann leggjast í Suðuroy.
UMBERINGIN, at talan er um tilkomin fólk, dugir ikki. Tað eru so nógv tilkomin fólk, sum mugu leita sær burtur at fáa sær útbúgvingar ella eftirútbúgvingar. At tey, sum skulu á skúlan, skulu verða noydd at leiga sær eini hús, er heldur ongin umbering. Tað ber líka so væl til at byggja hús til fólk í útbúgving í Suðuroy ella í Vágum sum í Havn. Tað er frálíkt, at føroyingar ? ung sum tilkomin ? eisini læra ein annan part í landinum at kenna.
AT siga, at ein skúli liggur óhøgliga fyri á Tvøroyri ? einum høvuðsplássi í landinum ? er næstan at ásanna, at viðkomandi er ikki »gearað« at búgva í einum oyggjasamfelag. Landsstýrismaðurin hevur tikið eina djarva avgerð, sum mong geva honum eitt herðaklapp fyri.í eina viku havt vitjan av nógv umtalaða amerikanaranum John Purcell, sum hevur givið unga jazzbólkinum nógvan íblástur.
Um vikuskiftið høvdu tey konsert bæði í Losjuni í Gøtu og á Meiarínum í Havn, og mikukvøldið settu tey punktum fyri hesuferð við framførsluni í konsertsalinum.
Saman við John Purcell fara limirnir í bólkinum Ivory inn í tónleikin og inn í seg sjálvan, meðan tey spæla. Hetta ger framførsluna intima, og tað passar seg nú einaferð best í eitt sindur intimum umhvørvi.
Ivory í skeivum umhvørvi
Eftir bæði at hava upplivað framførsluna á Meiarínum sunnukvøldið og framførsluna á Jazzfestivalinum mikukvøldið er niðurstøðan, at tað var synd at flyta Ivory úr Klingruni inn í konsertsalin.
Ein stórur, høgur og upplýstur pallur hóskar ikki til bólkin, tí tað hendir ikki rættiliga nakað undir framførsluni annað enn tað, ið kemur úr hátalarunum.
Tónleikurin var sera góður, og bólkurin er nakað heilt fyri seg. Við at fara so djúpt inn í tónleikin, at tað næstan gerst til eitt slag av tilbiðan, koma tey fram til innarligar improvisatiónir, ið megna at røra við rættiliga nógvar streingir innan í áhoyrarunum.
Men hjá mongum bleiv framførslan ov long, kanska serliga hjá teimum, ið sótu so langt frá pallinum at tey ikki fingu intimitetin við. Tí fóru nógv fólk úr salinum ímóti endanum av framførsluni.
Hevði Ivory ístaðin sloppið at spælt í Klingruni, høvdu bæði tónleikarar og áhoyrarar fingið meira burturúr.